Yggdrasil - Concerto Grotto 40 ár

Nú er tíðin so komin til, at Yggdrasil aftur verður at uppliva í Líðargjógv, har tað byrjaði fyri 40 árum síðan.

Føroyski bólkurin, Yggdrasil, varð stovnaður í 1981 av Kristiani Blak, sum hevur skrivað størsta partin av tilfarinum.

 

Heilt frá byrjanini hava tónleikarar úr øðrum londum myndað bólkin og ljóðmyndina hjá bólkinum. Bólkurin og ljóðmyndin kunnu lýsast sum tað føroyska veðurlagið - skiftandi, óútrokniligt, fantastiskt og til tíðir baldrut.

 

Vit eru í tónleikastílum sum jazz, folk, klassiskum, rokki og øllum tí, sum liggur har ímillum. 

 

Concerto Grotto: Í 1984 framførdu sjey tónleikarar úr bólkinum Yggdrasil eina svitu hjá Kristiani Blak í Líðargjógv á Sandoynni. At spæla tónleik saman við ljóðunum í náttúrini var hugskotið í hesi verkætlanini. Konsertin bleiv tikin upp og útgivin á plátu sama ár.

 

Tey, sum mannaðu Yggdrasil í Líðargjógv í 1984, vóru Kristian Blak, Anders Jormin, Karin Korpelainen, Anders Hagberg, Lelle Kullgren, Sharon Weiss og John Tchicai.

 

Árini eftir hava nógvar náttúrukonsertir verið ymsastaðni í Føroyum, eitt nú í gjónni við Gjógv, í Elduvík, í Bláfelsskúti og ikki minst í hellinum í Nólsoy og í Klæmintsgjógv á vestursíðuni á Hestoynni.

 

Nú er tíðin so komin til, at Yggdrasil aftur verður at uppliva í Líðargjógv, har tað byrjaði fyri 40 árum síðan.

 

Hetta verður tískil ein serstøk konsert og møguleiki at uppliva Yggdrasil við Kristiani Blak á odda, og hesaferð við saman við Villu Veski, Angelika Hansen, Sharon Weiss, Heðini Ziska Davidsen, Mikael Blak og Per Ingvald Højgaard Petersen.

 

Konsertin er partur av skránni hjá Summartónum og er við ferðaleiðara. 

 

- Vit viðmæla øllum, sum keypa atgongumerki, at klæða seg eftir umstøðunum. Tað vil siga at hava rættan fótbúna og eftir veðrinum annars. Gongutúrurin suður í Líðargjógv tekur umleið 20-30 minuttir, siga tey á Visit Sandoy.

 

Atgongumerkini til serstaka tiltakið í Líðargjógv kunnu keypast á: www.atgongumerki.fo og hjá Visit Sandoy á Mørkini Miklu 3 á Sandi.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##