'Vordingborg køkkenet' letur fyri fyrstu ferð upp eina deild í Føroyum.
Tað er Martin Dirch Brodersen, sum í fleiri ár var kend havnarmynd, sum verður dagligur leiðari í føroysku deildini hjá 'Vordingborg køkkenet'.
Hann hevur starvast hjá køksfelagnum í góð fimm ár.
– Eg segði beinanvegin ja, tá eg varð spurdur. Eg dugi málið, havi búð her áður, børn míni búgva her, sigur Martin Dirch Brodersen.
– Tað hevur størri týdning, at vit selja góðskukøkar til prísir, har øll kunnu vera við – luksus, øll hava ráð til. Men vit eru stovnað í 1963 = 62 ár. Tað er VK Holding, sum eigur felagið, sigur hann.
Handilin í Føroyum er handil nummar 27 hjá 'Vordingborg køkkenet'.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##