Jens Dam Ziska skal skipa útbúgvingina í listaligum arbeiði

Fróðskaparsetur Føroya hevur sett Jens Dam Ziska sum vísindafólk at skipa nýggju útbúgvingina

Í summar gjørdist greitt, at Fróðskaparsetur Føroya fer at bjóða út útbúgving í listaligum arbeiði. Í hesum sambandi varð søkt eftir vísindafólki at standa fyri at skipa nýggju 2-ára útbúgvingina. 

 

Tað verður Jens Dam Ziska, sum skal røkja hetta starvið, skrivar heimasíðan hjá Fróðskaparsetrinum í dag. Jens Dam Ziska hevur ph.d.-útbúgving í heimspeki frá Oxford University. Í gransking sínari sum heimspekingur hevur hann serliga fingist við fagurfrøði og list. Í løtuni er hann í tíðaravmarkaðum starvi sum granskari á Kunstakademie Düsseldorf, og hann flytur tískil heim at taka við nýggja starvinum, samstundis sum hann ger seg lidnan við uppgávurnar har. Umframt at granska er Jens Dam Ziska virkin sum myndlistafólk. 

 

Jens Dam Ziska skal eisini undirvísa í pørtum av teimum felags ástøðiligu skeiðunum, sum fara at verða boðin út í útbúgvingini.

 

Útbúgvingin verður skipað sum ein tvey ára diplomútbúgving og at fyrstu studentarnir verða tiknir upp komandi ár. Útbúgvingin er skipað soleiðis, at hon er helvt um helvt ástøðilig og verklig.
Upptøka til útbúgvingina er annaðhvørt ár og skulu umsøkjarar hava miðnámsprógv og skulu gjøgnum eina upptøkuroynd.

 

Lýst verður við upptøkutreytum til nýggju listarligu útbúgvingina í vár, og fyrstu næmingarnir byrja eftir summarfrítíðina.