Sum greitt frá í seinasta parti kom Jens Evensen saman við beiggjanum Sofus at halda á við virkinum hjá pápanum Joen Peter Evensen. Hetta var í 1910. Sofus doyði tó í 1911.
Ein beiggi Jens, Christian, fór til Hull í Bretlandi, har hann rak trolarar. Stundum vóru hesir trolarar útgjørdir úr Føroyum. Tá teir vóru undir donskum flaggi høvdu teir møguleika at fiska sild undir Íslandi. Nógvir føroyingar vóru við hesum skipum.
Í 1918 var Jens Evensen reiðari á sjey skipum. Hann hevði ymisk álitisstørv sum at samráðast um sáttmála við arbeiðsmenn í Havn.
Í Miðvikuni í gjár høvdu vit frásøgn um, tá ið Jens Evensen hjálpti sváginum Jens Mohr at fáa Poul Müller, kolonistjóra í Grønlandi at fíggja skipið Galway.
Jens var við til at velja semingsmann fyrstu ferð eftir teirri lóg um seming frá 1928, sum enn er nærum óbroytt í gildi. Semingsmaður gjørdist Hans Olaf Hansen, stjóri á Vanlukkutryggingini. Varamaður gjørdist landbúnaðarráðgevin M. Winther Lützen.
Í mong ár var Jens nevndarlimur og skrivari í Føroya Keypmannafelag.
Jens var eisini eitt skifti formaður í Føroya Reiðarafelag. Tað var hann í hvussu er í 1929, tá ið sáttmálasamráðingar vóru. Fiskimenn vildu hava meira í sín part. Tað høvdu reiðararnir ikki ráð til. Hetta endaði kortini við semju. Eisini var togan við Skipara- og Navigatørfelagið um lønina hjá skiparum. Tað endaði við, at teir kvinkaði eitt sindur niðureftir.
Virkið hjá Evensen toldi ikki tær skiftandi tíðirnar í 20-unum og 30-unum, og teir lótu aftur í 1936..
Gjørdi sítt til at menna føroyska samfelagið
Tá ið Jens doyði hevði Dimmalætting hesi minningarorð um hann:
Efter et kort sygeleje døde i Lørdags Konsul Jens Evensen paa Dronning Alexandrines Hospital, 68 Aar gammel.
Som ganske ung gik Jens Evensen ind i praktisk Forretningsvirksomhed hos sin Fader J.P. Evensen, og for sin Generation staar han som den, der i Opgangstiderne kom til at føre denne Virksomed op i det store plan med Dygtighed og Indsigt. Tro mod de Traditioner han overtog var han i streng Forstand Forretningsmanden der levede og virkede først og fremmest i sin egentlige gerning. Og han var en af de Forretningsmænd, der ikke kunde forlige sig med den Tanke, at en Købmand blot skulde købe ind og sælge.
Grundlaget for en Forretningsvirksomhed maatte være, at man samtidigt med Købmandsvirksomheden kunde skabe et solidt Bindemiddel mellem sin Handel og sine Kunder gennem Arbejde, og den efter vore forhold betydelige Rederivirksomhed, som han efterhaanden oparbejdede, har været med til at præge Udviklingen i Thorshavn.
Da Verdenskrisen satte ind, var Jens Evensen en af dem, der led det Knæk, der blev afgørende for ham som Forretningsmand og Menneske. Udadtil uforanderlig, munter og forekommende, følte han sig i de sidste Aar som en slagen Mand, og der gik hurtigt tilbage med Helbredet.
I offentligt Arbejde deltog Jens Evensen kun ugerne. Hans Position som Forretningsmand og hans alsidige Forretningsmæssige Interesser førte ham dog til en række Tillidsposter. Han var saaledes en Overgang Formand for Færøernes Rederiforening. I en Aarerække medlem af raadet for Føroya Banki (1921-1931), i Bestyrelsen for Færøernes Gensidige Forsikrinfsforening og en Række andre Selskaber. I en periode var han desuden Medlem af Thorshavn Byraad (1925-1928.)
Til sin Dødsdag var Jens Evensen hollandsk Vicekonsul og expeditør for det Bergenske Dampskibsselskab.
Karen Evensen var tónleikaáhugað
Tá ið Karen, kona Jens Evensen doyði, hevði Jógvan Waagstein hesi minningarorð um hana í Dimmalætting:
18. December døde pludselig Fru Karen Evensen, kun 58 Aar gammel. Fru Evensen var datter af Købmand Peter Mortensen, Tveraa og gift med Købmand Jens Evensen her i Byen.
Med Fru Evensen har vor By mistet en Kvinde, der overalt var afholdt for sit stille og venlige Væsen og var kendt som en meget musikalsk Kvinde, som ikke alene skabte et Kultiveret Hjem med sin Musik, men vil huskes af mange for sin betydelige Indsats i Thorshavns Musikliv. Hun var altid villig til at støtte Musikunderholdningerne. Mange vil huske hendes Messosopran. Om ikke nogen stor Stemme, saa ejede fru Evensen Evnen til at synge naturligt og med Varme. Hun ydede dog særlig Støtte i Korsangen. Ikke alene ved almindelige Koncerter, men ogsaa ved Kirkekoncerter ydede hun en betydelig Støtte.
Fru Evensen udtalte tit sin Glæde over de gamle færøske Salmetraditioner og at disse kom til Værdighed ved at synges til Gudstjenester og Kirkekoncerter.
Som Menneske var Fru Karen Evensen trofast og hengiven mod alle dem hun kendte.
Æret være hendes Minde
Denna hjá Kjartan Mohr kendi væl Karen. Børn hennara siga, at Denna segði Karen at vera eitt sera gott fólk. Høgni og Margretha hava eisini annars givið sítt íkast til hesa grein. Ein systir Karen var Sanna, kona Poul Kjelnæs.
Børnini
Karen og Jens fingu tvey børn. Tey vóru Peter Eyvind f. 14.9 1905 og Anna f. 5. 10 1907.
Peter Eyvind doyði í 1951 bert 46 ára gamal. Hann gjørdist formaður í HB í 1932 og sat í fimm ár. Sagt verður, at hann var altíð við tí góða orðinum. Hann var eisini HB ein góður maður og var sera íðin fyri fótbóltssamstarvi við Hetland. Eyvind arbeiddi hjá pápanum. Hann avgreiddi norsku ferðamannaskipini og hevði eitt skifti avgreiðsluna av Smiril undir hond.
Eyvind var giftur við Borghild ættað av Lava.
Anna, kallað Didde, giftist niðri. Maðurin, átti Dyhre, fekk stutt eftir sklerosu og var meira ella minni óhjálpin. Tey fingu ein son. Men tá ið hann var vaksin, misti ættin sambandið við hann. So eingin veit um aðrar eftirkomarar hjá Karen og Jens.
Jens og Karen doyðu ár um ár, bæði í góðum árum.
Í komandi Miðvikum verður annars greitt meira frá Evensenættini, sum eigur eina áhugaverda søgu.
Rætting til seinasta part: Else Susanne Pedersdatter, gift við Johan Christian Evensen, sýslumanni, var fødd um 1802.