Jens kom, skoraði og sigraði

1.DEILD: Nýggi miðverjin hjá KÍ skoraði sigursmálið á Svangaskarði

Í fínum líkindum høvdu toftamenn seinnapartin vitjan av teimum næstbestu hjá KÍ.

Merkisvert var tað, at Jens Joensen var annar av miðverjunum hjá KÍ. Hann hevur í mong ár verið aftasti verjuskansi á besta liðnum hjá NSÍ, har hann í fjør var so sannførandi, at hann varð kosin ársins spælari í felagnum.

Jens Joensen býr í Klaksvík, og í dag var hann fyri fyrstu ferð í KÍ miðverjuni.

Tað leikaði javnt á, og inntil tað restaðu fimm minuttir, sá tað út til, at fyrri hálvleikur fór at enda málleysur.

Eingin vandi kendist vera á ferð, tá ið B68 málverjin hevði tak á bóltinum. Aksel B. Danielsen er sera treiskur KÍ framherji, og hann royndi at totast, og so var bólturin brádliga í B68 netinum. Málverjin royndi at sneiða framvið Akseli, men tað gekk ikki. Aksel takkaði fyri gávuna og trillaði bóltin í tóma málið.

Tíggju minuttir eftir steðgin økti Jens Joensen um munin til 2-0. Miðskeiðis í seinna hálvleiki kom spenningur í aftur, tá ið Bárður Ólavsson Jensen minkaði um munin, men tað eydnaðist KÍ at varðveita leiðsluna og vinna 2-1.

Á KÍ liðinum var Meinhardt P. Joensen í málinum, og úti á vølinum vóru eitt nú Takuya Matsunaga, sum var verjukendur miðvallari í 57 minuttir, Aksel B. Danielsen og Steinbjørn Olsen, sum var miðverji í 57 minuttir.

B68 úrtøkan fýra tær seinastu ferðirnar er eitt stig, og B68 hevur níggju stig.

KÍ hevur sekstan stig.

Um eina viku skal B68 spæla á Skála, meðan KÍ skal spæla á Sandi.