Jens Marni Band í Hvalba

Jens Marni Hansen og hansara bólkur fara 28. Desember at spæla til dans í Hvalba. Jens Marni Hansen telist millum bestu tónleikararnir í landinum, og hann fer mánakvøldið 28. Desember at spæla til dans í Hvalba. Eftir ætlan skuldi dansurin verða 27. Desember, men orsakað av tiltakinum Planet Awards, sum verður 27. Desember í REX, verður tiltakið í Hvalba útsett til 28. Desember.

 

-Vit spæla fyri tað mesta koverløg, men vit hava ongantíð eina fasta skrá fyri kvøldið, tí vit tillaga okkara skrá eftir teimum, sum koma í dansin, sigur Jens Marni Hansen.

 

Sostatt er lagt upp til eitt stuttligt kvøld í Hvalba við Jens Marna Hansen á odda, sum eisini vann fleiri Planet Heiðurslønir í 2008.