Kollfirðingurin við eyðkendu, hásu rokkrøddini, Jens Marni Hansen, verður eisini millum frálíki tónleikanøvnini á ársins Mentanarnátt á Tvøroyri, fríggjadagin hin 29. mai.
Jens Marni hevur latið eina ørgrynnu av landaplágum úr hondunum og hevur verið at hoyra á tónleikapallinum síðan hann var heilt ungur. Áðrenn Jens Marni mest fór at spæla solo, var hann partur av navnframum bólkum, so sum Kjølar, All that Rain og Showmenn. Jens Marni royndi seg eisini í danska Melodi Grand Prixnum í 2010, við lagnum Gloria.
Á Mentanarnáttini á Tvøroyri verður fantastiska røddin hjá Jens Marna at hoyra, tá hann fer at framføra á stóra pallinum í miðbýnum.











