Spurd um drotningin framvegis er innløgd og støðu hennara, vísti kongshúsið í dag til tíðindaskriv frá fríggjadegnum.
Har stóð, at hon »hevur tað gott« og verður innløgd »í nakrar dagar afturat«.
Áður, tá drotningin hevur verið innløgd, hevur kongshúsið upplýst í tíðindaskrivi, nær hon er útskrivað aftur.
Seinnapartin hósdagin varð drotningin innløgd á Rigshospitalet vegna hjartatilburð.
Tá ljóðaði, at 86 ára gamla drotningin var troytt, men í góðum lag.
/Ritzau/











