Ársins sangari er á Barok í Klaksvík í kvøld Í kvøld verður Live-kvøld í Barok við ?Ársins sangara 2008?, Jens Marna Hansen.
Jens Marni hevur verið ein av teimum framstu í føroyskum tónleiki í nógv ár og er m.a. kendur frá Kjølum, All That Rain og Showmen.
Jens Marni hevur skorað stóran heiður sum solistur og var ?upphitari? til stóru Bryan Adams konsertina í fjør.
Barok letur upp kl. 23.00.