Í kvøld fer Jens Marni á pall í Deep í Havn. Jens Marni Hansen arbeiðir við at geva út enn eina fløguútgávu.Um hann spælir okkurt av nýggja tilfarinum er ilt at siga, men við vissu kann sigast, at hann hevur stóra sangskrá, bæði við egnum tilfari, og við góðum slagarum.
Hann er virkin á føroysku tónleikapallunum og í kvøld ber til at hoyra Jens Marna Hansen í Deep.
Har spælir hann unplugged frá klokkan 24 í kvøld.