MÁLVERJIN
Av persónligum ávum fór Jens Martin Knudsen sunnudagin úr føroysku landsliðsleguni í Spania. Harvið er greitt, at Føroyar ímóti Luksemborg í dag fer at hava nýggjan mann ímillum stólparnar. HB málverjin Bárður Johannesen sat á beinkinum leygarkvøldið, og í dag verður hann í málinum. Á beinkinum fer Gunnar Nielsen, sum eisini er HBari, at sita. Gunnar, sum umboðar Frem í Keypmannahavn, kom sunnudagin til Cadiz í Spania.
Bárður Johannesen er ikki nakar ársungi í fótbólti. Hann er 30 ára gamalur, og hann hevur verið fastur maður í HB málinum seinastu fimm árini. Bárður er annar HB málverjin á landsliðnum, síðani Føroyar í 1988 fingu altjóða limaskap. Tann fyrsti var Kaj Leo Johannesen, sum vardi føroyska málið fýra ferðir og ofta var eykamaður hjá Jens Martini Knudsen. Frammanundan altjóða limaskapinum átti HB fleiri landsliðsmálverjar: Marius Mikkelsen, Petur Sigurð Rasmussen, Regin Árting, Petur Petersen, Kári Thorsteinsson og Mikkjal Mikkelsen.
Bárður verður sætti málverjin á landsliðnum síðani 1988. Umframt Kaj Leo Johannesen, Jens Martin Knudsen og so Jákup Mikkelsen, sum orsaka av skaða gav avboð til venjingarleguna í Spania, hava hinir verið Bjarni Johansen og Sunvard Joensen.
Pól neyvan tøkur
Pól Thorsteinsson hevur ikki verið serliga heppin á landsliðnum. Leikbann kostaði honum alt 1999 og eisini dystir í 2000. Hann er við á ferðini í Spania, men tá ið venjingarlegan var tríggjar dagar gomul, legðist hann við influensu. Tá ið vit frættu í gjár, var hann framvegis sjúkur, og tað var rættuliga ivasamt, um hann fór at verða førur fyri at spæla í dag.
Atli Danielsen hevur havt smávegis trupulleikar við lærkrikanum. Tað varð mett í gjár, at hann og Jóhannis Joensen og Símun Samuelsen, sum tykist vera væl fyri, fara at fáa spælitíð í dag. Hóast Pól ikki var tøkur, so var Hans Fróði Hansen leygarkvøldið heilt uttanfyri liðið. Hann verður ivaleyst í dag ímillum teir, sum fara at fáa møguleikan.