Jens Martin hevur bókaframløgu í Wien

Í Eysturríki er framvegis stórur áhugi fyri "manninum við topphúgvini".

 

Ì morgin hevur føroyska fótbóltslegendan, Jens Martin Knudsen bókaframløgu í Wien, har allar teir størstu miðlarnir í Eysturríki eru bodnir við.

 

Talan er um bókina hjá Una Holm Johannesen um Jens Martin Knudsen, sum er týdd til týskt.

 

Jens Martin er eisini í Eysturríki í samband við ein film, sum eitt eysturríkst filmsfelag ger um Føroyar og tað føroyska samfelagið í síni heild.

 

Jens Martin skal á vitjanini eisini handað saltfisk frá Vaðhorn á Strondum til Joseph Hickersberger, sum var venjari hjá tí eysturríkska landsliðnum, tá føroyska landsliðið vann 1-0 tann 12. september í 1990.

 

Morgunsendingin hjá Rás2 fekk orðið á Jens Martin, og tað ber til at hoyra prátið í ljóðbrotinum undir greinini.