Jens Martin sigur einki

Restina av hesum landsliðsárinum, tað vil siga oktober mánað út, hevur Jens Martin Knudsen sáttmála við Fótbóltssambandið sum hjálparvenjari. Sostatt er hann knýttur at landsliðsarbeiðinum og fyrireikingunum til vinardystin á útivølli ímóti Íslandi um smáar tvær vikur.

Nú liðið er úttikið og fleiri hava sínar avgjørdu meiningar um úttøkuna, er Jens Martin kortini ikki hugaður at gera nakra viðmerking, tí hann sigur seg hava sítt sáttmálabundna hjálpararbeiði at røkja – og at tað ætlar hann sær eisini at gera:

– Tað er høvuðsvenjarin, sum setur liðið, og tá endaliga úttøkan er gjørd, standi eg sum hjálparvenjari sjálvandi aftan fyri høvuðsvenjaran í teimum avgerðum, hann tekur, sigur Jens Martin, sum ikki hevur aðrar viðmerkingar til úttøkuna av hópinum til Íslandsdystin.

hil