Dagfinn Olsen
Hetta fór fram í kirkjuni í Hvalba, har nýggi presturin eisini fer at búgva við familju síni í prestagarðinum í Leirum í Hvalba.
Biskupur, dómpróstur og umleið helmingurin av prestunum í Føroyum tóku lut í hátíðarmerktu guðstænastuni í kirkjuni í Hvalba, umframt at kirkjan var fullsett av kirkjufólki.
Uni Næs, dómpróstur, handaði Jens Mortani Mortensen kalsbræv og setanarbræv, og eftir hetta helt nýggi presturin fyrstu prædikuna í kirkjuni í Hvalba.
Jens Mortan Mortensen hevur í fleiri ár verið urguleikari í kirkjum í Suðuroynni, umframt at hann t. d. eisini hevur stjórnað kirkjukórinum Ljomi í Vági í nøkur tíðarskeið. Kórið sang eisini til innsetanarguðstænastuna í Hvalba í dag. Tróndur Enni leikti trompet og Gudmund Mortensen leikti urgu og leiddi kórið. Gudmund Mortensen er annars urguleikari í Dómkirkjuni og er eisini bróður nýggja prestin, Jens Mortan Mortensen.
[email protected]