Jensen’s Bøfhus er til sølu

Leitað verður eftir nýggjum eigara til kenda matstovuketu

Nógvir føroyingar munnu hava lagt leiðina inn á Jensen’s Bøfhus á ferð í Danmark, og nú kanst tú eisini keypa teg inn í ketuna.

Eigarin Palle Skov Jensen leitar nú eftir nýggjum medeigara til Jensen’s Bøfhus. Orsøkin er, at Jensen’s vil lata fleiri matstovur upp og hava brúk fyri einum eigara, sum kann skunda undir hesir ætlanir. Tað vil siga, at nýggi eigarin skal kunna seta pengar í felagið, sum skulu brúkast til at vaksa um virksemið.

Børsen skrivar, í løtuni eru 46 Jensen’s Bøfhus matstovur í Danmark. Skuldin í felagnum er 228 milliónir krónur, og tað er ein ivaleysa stór skuld. Tí hevur eigarin brúk fyri nýggju íleggjara fyri at lata fleiri matstovur upp.