Kjakið um russisk fiskiskip í føroysku havnum hevur verið heitt seinastu tíðina, og danska stjórnin hevur fingið fleiri ákoyringar um hetta. Tí sambært nýggjari samtykt skulu russisk skip ikki sleppa í føroyskar havnir aftaná 24. juni - men fiskiskip eru undantikin.
Skal danska stjórnin blanda seg uppí hetta, ella skal man lata føroyingar taka sær av hesum uttan danska uppíblanding? Tað er hetta, kjakið millum annað snýr seg um, tí kritikarar vilja hava, at man ikki bjóðar russiskum fiskiskipum vælkomnum í føroyskar havnir.
Mette Frederiksen, forsætisráðharri, segði á tíðindafundinum, at hetta var nakað, sum danska stjórnin ikki blandar seg uppí. Men hvat heldur uttanríkisráðharrin, Jeppe Kofod, so? Tað spurdu vit hann um í gjár, nakað aftaná nógv umtalaða fundin í samstarvsráðnum millum Føroyar, Danmark og Grønland.
Hvat heldur tú yvirskipað um føroyskt samstarv við Russland?
– Eg haldi, tað er ordiliga gott og enntá søguligt, at Føroyar hava fordømt russisku innrásina í Ukraina. Vit taka kraftiga frástøðu frá russiska atburðinum, og sum ríkisfelagsskapur standa vit saman í tí. Tað haldi tað er gott, sigur Jeppe Kofod og vísir á, at ma
– Fyri fyrstu ferð hevur man samtykt lóggávu her í Føroyum, sum avspeglar tað, sum man hevur gjørt í ES og øllum vesturheiminum. Tað er eitt sterkt signal um samanhald. Eg fegnist um tað tætta samstarvið við føroysku stjórnuna um hetta, sigur hann.
Men russisk fiskiskip eru undantikin sanktiónunum og sleppa enn framat føroyskum havnum. Irriterar tað teg ikki?
– Tað, sum eg noteri mær, er, at Føroyar hava sagt seg vilja stuðla teimum tiltøkum, sum setast í verk. Og so eru tað nøkur heilt serlig forhold, sum gera at man implementerar tað upp á hendan mátan. Tað hevur danska stjórnin tikið til eftirtektar, sigur Jeppe Kofod.
– Men grundleggjandi fegnast vit um sterka samanhaldið í ríkisfelagsskapinum og fordømingini av russiska krígnum. Eg havi bara upplivað eitt fantastiska gott samstarv við føroysku stjórnina, sigur Jeppe Kofod, sigur hann.