Í næstu viku fara uttanríkisráðharrarnir í ES-londunum at biðja Ísrael lata palestinar fáa Eysturjerusalem aftur. Tað skrivar ísraelska blaðið Ha´aretz. Sambært blaðnum hevur svenski ES-formansskapurin orðað eitt skjal, sum verður lagt fyri uttanríkisráðharrafundin tann 7. desember, og sum staðfestir, at ES hevur ongantíð viðurkent ísraelsku avgerðina av leggja tann hersetta partin av Eysturjerusalem undir seg.
Niðurstøðan í skjalinum er, at Jerusalem skal býtast sundur í tveir høvuðsstaðir, ein ísraelskan og ein palestinskan, skrivar Ha´aretz.