Jessica Simpson: Eg varð misnýtt

Amerikanska songkvinnan Jessica Simpsons hevur í eini samrøðu við amerikanska blaðið Elle sagt, at hon varð misnýtt. Hon vil tó ikki siga nærri frá umstøðunum um misnýtsluna.

 

Tá ið tíðindafólkið frá Elle spurdi Simpsons nærri um, hon nakrantíð hevur verið misnýtt kroppsliga av onkrum, svaraði hon:

- Eg vil ikki tosa um tað, men eg havi heilt sikkurt upplivað at verða misnýtt. Tað var so ringt, at eg ikki ynski tað fyri nakran annan.

 

Jessica hevur áður greitt frá, at hon var happað sera illa, tá ið hon gekk í skúla. Um tað eru hesi upplivilsini frá barndóminum, hon vísir á í samrøðuni við Elle, er ikki greitt ? men tað verður hildið, at hetta er ein møguleiki.