Nú eru nøvn sett á tey, sum skulu hava leiklutirnar í føroysku uppsetingini av Jesus Christ Superstar. Í løtuni stríðast 50 ungdómar, sjónleikarar og tónleikarar við at venja leikin Jesus Christ Superstar, og tað eru væl at merkja bara tey sum skulu standa á sjálvum pallinum. Handan leiktjøldini arbeiða koreografar, scenografar, tónlistarleiðarar, búna-, smyrsl- og hársniðgevar, ljós-og ljóðmakarar, tøkningar, hondverkarar, og mong mong onnur, við at fáa sum mest burturúr tí avmarkaðu tíðini sum eftir er; tilsamans okkurt um 100 fólk.
Fyri at kunna gera ein so stóran sangleik krevjast nógv fólk, við servitan innan nógv ymisk øki, og tí var tað neyðugt við einum breiðum samstarvi, millum Rytmiska Kórið í Hoydølum, Tekniska Skúla í Havn, Tórshavnar Musikkskúla og Norðurlandahúsið. Har hava sjálvandi verði avbjóðingar á vegnum, men sambært fyrireikarunum gongur alt sum tað skal, og tí kunnu tey við góðum treysti lova okkum ein spennandi og tankavekjandi sangleik í Norðurlandahúsinum.
Jesus Christ Superstar hjá Andrew Lloyd Webber og Tim Rice man uttan iva vera ein tann kendasti og mest vælumtókti sangleikurin av øllum. Síðani fyrstu framførsluna í 1971, hevur rock-operain um seinastu dagarnar í lívinum hjá Jesusi, gingið sína sigursgongd um allan heimin. Men í summum londum hevur leikurin tó eisini møtt stórari mótstøðu. Og tað var kanska júst tí, at leikstjórin Annfinnur Heinesen valdi at halda lágan profil; fyri at geva teimum ungu og sær sjálvum arbeiðsfrið.
12.novembur hevur Jesus Christ Superstar frumframsýning í Norðurlandahúsinum. Leiklutirnir eru mannaðir, leiklutin sum Jesus hevur Páll Brim Joensen úr Klaksvík.
Høvuðsleiklutir:
Jesus: Páll Brim Joensen
Judas: Terji Djurhuus
Maria: Birita Adela Davidsen
Kaifas: Regin í Dali
Annas: Sissal G. Magnussen
Pilatus: Durita Djurhuus
Heródes: Mike Viderø
Símun: Astrið Gullborgardóttir
Pætur: Ári Berghamar Danielsen
Framleiðsluliðið:
Týðing: Gunnar Hoydal
Leikstjóri: Annfinnur Heinesen
Verkætlanarleiðari: Herleif Hammer
Koreografur: Vígdis Hentze Olsen
Tónlistarleiðarar: Hans Pauli Tórgarð og Hans Olivur H. Joensen
Raddar-venjari: Anna Katrina Petersen
Pallmynd: Jóannes Gaard
Búnar: Laila Av Reyni /Beinta Karbech Mouritsen
Hár/Smyrsl: Janita Honnudóttir / Sunneva Thorsteinsson
Ljós: Árni Baldvinsson
Ljóð: Jóannes Steingrund
Timbur: Benny Nielsen/Andreas Jacobsen
Jarn: Jeffri Olsen
Myndamaður: Høgni Heinesen