Jesus og frásøgnin um Lot

Jenis av Rana

Fyrr í vikuni endurgav eg part av frásøgnini um Lot, sum vit lesa hana í kap 13 í Bíbliuni. Nøkur túsund ár seinni lesa vit aftur um Lot, tað er Jesus, sum í røðu til fólkið endurgevur frá tí, ið hendi Lot og samtíð hansara.
Hendan ávísa dagin tosaði Jesus við fólkið um dagin, tá Hann fer at koma aftur at taka tey, ið hava givið seg yvir til Hansara, heim í sítt ríki. Álvarsliga minnir hann á týdningin av at vera tilreiðar, nemur við støðuna, tá flóðin mikla herjaði og bert Nóa og tey, ið við honum vóru í ørkini, komust undan. Og so sigur Hann hesi orð um Lot:

...sum tað gekk á døgum Lots: Tey ótu og drukku, tey keyptu og seldu, tey plantaðu og bygdu; men tann dag Lot fór úr Sodoma, regnaði eldur og svávul niður av himli og gjørdi enda á teimum øllum - so skal eisini vera, tann dag Menniskjasonurin opinberast...

Síðani heldur Jesus á við áminningini um at vera til reiðar, tann dag menniskjasonurin opinberast:

....ta nátt skulu tvey vera í eini song; annað skal verða tikið við, og annað skal verða latið eftir.Tvær kvinnur skulu mala á somu kvørn; onnur skal verða tikin við, og onnur skal verða latin eftir. Tveir menn skulu vera úti á markini; annar skal verða tikin við, og annar skal verða latin eftir.

Dagurin Jesus her tosar um hevur enn ikki verið, men liggur fyri framman. Tí er ávaring Hansara altíð tíðarhóskandi, Hann kann jú koma hvørja løtu. Men eins trygt er lyftið Hansara, at seta vit álit okra á Hann, gevur okkum í hendur hansara, so hava vit einki at óttast - eru tryggari enn barnið við bróst móðurinnar.

Eisini Pætur vísti á Lot
Í einum av seinastu kapitlum Bíbliunar lesa vit aftur um Lot, so týdningarmikil tykist frásøgnin um hendan megnar Gudsmannin at vera. Nú er tað Pætur, sum sera álvarsliga minnir á støðuna, ið fer at taka seg upp á síðstu døgum og vísir á ræðuligu fylgurnar, syndin ber við sær. Beinleiðis endurgevur hann soleiðis úr lívi Lots:

...Býirnar Sodoma og Gomorra legði Hann (Gud) í øsku og dømdi teir til undirgang; Hann setti teir soleiðis teimum til fyridømi, sum á komandi tíðum vildu liva í gudloysi.

Men Hann bjargaði hinum rættvísa Lot, sum píndist av skammleysa atburði hinna gudleysu.
Hesin rættvísi, sum millum teirra búði, píndist jú dag eftir dag í rættvísu sál síni av hinum lógleysu verkum, hann sá og hoyrdi.

Ein vøkur mynd av Lot, sum hóast skeivar avgerðir, sum fingu katastrofalar fylgir, var tryggur, tí hann hevði valt at seta álit sítt á tað, ið heldur. Og tað lønti seg, tann dagin rópið um Sodoma og Gomorra og syndir tess var vorðið ov hart í Himli. Tá mintist Harri Himmalsins hendan rættvísa og bjargaði Honum.
Fantastiskt!

Har sum syndin var stór, var náðin uppaftur størri
Hendan yvirskriftin er tikin úr brævinum til rómverjar og minnir okkum m. a. á, at tað er náðin- óuppiborna gáva Guds, sum ger at vit kunnu koma til Hansara. Hvussu djúpt vit enn falla, kunu vit koma til Faðirin, og Hann reisir okkum upp og veitir okkum tann tryggleika, sum bert Hann kann veita. Ongin synd er til, ið kann forða okkum at koma til hansara og fáa fyrigeving og barnakor hjá Honum. Men vit mugu, sum kenda frásøgnin um burturvilsta sonin eisini minnir okkum á, reisast úr synda- og trælahaldinum og leita til Hann. Avgerðina má hvør einstakur taka - men tá hon er tikin, er alt vunnið, og ætlan Faðirsins við lívi tínum og mínum gerst veruleiki.
Tí lívið er ikki tilvildarligt ella meiningsleyst - tvørturímóti. Tað er ríkt, trygt og spennandi - saman við Jesusi.

p.s. Longu dagin eftir fyrstu grein mína skrivaðu tveir lesarar um kunnleika teirra til Lot. Áheitan mín til tykkum báðar er: haldið á at lesa Bíbliuna, havið eitt opið sinni og biðið Heilaga Andan hjálpa tykkum at skilja tað, tit lesa. Tá hava tit eitt spennandi og ríkt lív at síggja fram til.