Jesuspápi og hansara minstu - Um tvídráttin millum kristindóm og politikk

II. SERLIGAR METODUR

Fallið

Tann amerikanska stjórnin og Bush, tann endurføddi kristni, vóru, tá ið farið varð undir at pína fólk, fyri einum stórum moralskum falli. Men einum slíkum falli kann fáur liva við, og tá ið nútíðar lond, eym um sítt umdømi, falla á henda hátt, verður barnið altíð umdoypt. Eins og píning í Sovjetsamveld­inum bleiv rópt “fysiskt trýst”, varð hon í USA undir Bush rópt “enhanced methods” (økt framferð). At USA framdi píning, varð váttað av ICRC (Altjóða nevndini hjá Reyða Krossi) í eini frágreiðing frá 2007. Henda píning fataði um m.a.:

 

at nokta fanganum svøvn við dagalongum áhaldandi larmi

at noyða fangan at vera naknan í dagar

at sláa og sparka fangan

at noyða fangan at standa uppi í tímar

at (látast at) kvala fangan í vatni

at tvinga fangan at standa í tímar og dagar í køldum vatni

at noyða fangan at vera leingi í kulda

at stongja fangan inni í trongum kassum

 

Eg havi roynt at geva eina hóming av hesum torturi við orð­um, sum tola at koma á prent, og at loypa tað mest vamlisliga og ræðuliga um. Men nevnt kann vera, at tað er rættiliga vanligt at heingja fangan eftir skøvn­ing­unum upp undir eitt loft og seta streym til pallin, hann stendur á, so hann sparkar pallin til viks og verður hangandi – í tímar.

Tortursins útveitan

Maðurin, sum setti ígjøgnum, at USA skuldi fara undir hesa framferð og soleiðis kunna flokkast saman við “óndum” ríkjum sum Sovjetsamveldinum ella Irak, var varaforsetin Dick Cheney. Maðurin, sum skapti tað løgfrøðiliga grundarlagið undir píningini, var David Addington. Men ábyrgdina fyri, at “Harrans minstu” hereftir skuldu verða viðfarin sum dýr, hevði tann endurføddi George W. Bush.

Teimum, sum vilja vita meira um alt hetta, kann eg vísa til bókina The Dark Side eftir ta amerikonsku blaðkvinnuna Jane Mayer. Eg fari her at umrøða ein serligan tátt í hesum nýggja amerikanska píningarpolitikk­inum, nevniliga tað, sum verður rópt rendition, t.e. hetta at “útveita” ella útlisitera píningina. Men latum okkum hoyra málið í Bush eina ferð enn:

 

Vit lata ikki fólk upp í hendurnar á londum, sum fremja píning.

 

Eg meini tað. Skulu vit ikki trúgva eini útsøgn, sum kemur frá sjálvari idealmyndini hjá mongum í tí kristna heiminum? Nei, tað skulu vit ikki. Bush segði ósatt og visti, at hann segði ósatt. Longu tann 8. januar 2002 gjørdi George W. Bush av at avtaka ta serligu Geneve-samtyktina, sum vardi fangar. Hereftir vóru øll handtikin, sek ella ósek, hermenn ella sivilfólk, “unlawful combatants”.

Tá einglar verða til djór

Men fyri at sleppa undan óhepnum avleiðingum, eitt nú klagum ella pínligum spurn­ing­um, í eins egna húsi, varð gjørt av at flyta fangar, sum skuldu pínast, til lond sum Egyptaland, Sýria, Jordan, Marokko, Uzbekistan og Afghanistan.

Ein tann fyrsti, sum smakkaði hesa “útveiting” var sambært Jane Mayer Al Qaeda-limurin Ibn al-Shaykh al-Libi. Hann varð handtikin av pakistanum tann 19. desember 2001, latin ameriku­monnum, og FBI hevði við vanligari avhoyring fingið hann væl á glið, tá CIA legði upp í. Ein CIA-yvirmaður kom brest­andi inn í avhoyringarrúmið og

 

“You´re going to Egypt!” he yelled. “And while you´re there, I´m going to find your mother and fuck her!” (Mayer s 106)

 

Eg vóni ikki, at hetta orðalagið hevur eyðkent tey bønarmøti, saman við Bush, sum einstakir føringar altráir hava leitað til. Men henda mentan og hetta orða­lag var ein frukt av tí nýggja politikkinum hjá Bush og Cheney.

Heima hjá okkum, har ein nýggj analfabetisma nú breiðir seg og seyrar spakuliga út í allar samfelagsins krókar – uttan at eitt einasta vakið eyga blunkar - er ikki óvanligt at síggja tað stolta heitið humanistur brúkt hálvavegna sum illbøn. Eg fari her at endurgeva ein av hesum humanistum, tann kristna franska essayistin Michel de Montaigne (1533-92). Hann sigur í sínum essay Um royndir, um menniskj­uni, at

 

í staðin fyri at skapa seg um til einglar, skapa tey seg um til dýr.

 

og lýsir við hesum fyndugu orðum tað moralska fallið hjá tí neokonservativu amerikonsku stjórnini.

Hørð mótstøða

Um Al-Libi er at siga, at hann bleiv píndur so illa, at hann at enda var fúsur at siga, hvat tað skuldi vera. Hóast hann púra einki visti um nakað samband millum Al Qaeda og Saddam Hussein, bleiv hann við píning av egyptum tvingaður til at vátta, at eitt slíkt samband var. Hansara “vitnisburður” var sjávt støðið undir avgerðini um at fara í kríggj við Irak. Og m.a. sum ein avleiðing av hesum kríggi standa Taleban nú til at vinna í Afghanistan. Um Al-Libi siga óváttað tíðindir, at hann doyði, grivin livandi úti í oyðimørkini. Tá var hann farin av vitinum.

Tað skal sigast, tí demokratiska USA til verju, at mótstøðan, bæði ímóti at pína fangar og at útlisitera fangapíning, var stór. Royndir FBI-yvirmenn sum Jack Cloonan og Daniel Coleman vóru hart ímóti píning og útveit­an og vístu m.a. á, at slík fram­ferð ikki gav myndugleikunum stórvegis av veruligari vitan um terrorismu og ofta villeiddi teir.

Uttanríkisráðharri Colin Powell var eisini ímóti píning, men var við undirlutan í tvídráttinum við Cheney og Bush. Eisini kendir republikanarar mæltu hvassliga ímóti at torturera fólk.

Ein kanadiskur hampamaður

Lagnan hjá tí kanadiska verk­frøðinginum Maher Arrar er eitt dømi um, hvørjar avleiðingar fyribrigdið rendition kundi fáa fyri vanlig hampafólk. Arrar var ættaður úr Sýria, fluttur til Kanada sum tannáringur, hevði prógv frá McGill lærda háskúla, var 34 ár, giftur og hevði tvey smá børn. Kona hansara eitur Monica Mazigh. Hann var á heimferð úr Tunis, har hann hevði verið og ferðast, og flogfarið steðgaði í John F. Kennedy floghavnini í New York. Har varð hann handtikin tann 26. september 2002 og fyrst hildin fangi í 13 dagar.

Ein morgunin klokkan trý bleiv Maher Arrar leinkjaður og koyrdur til New Jersey. Haðani varð hann førdur í flogfari fyrst til Washington, D.C., og flogin víðari til Bangor í Maine, víðari til Rom í Italia og haðani til Miðeystur. Haðani hann sat, kundi hann á einum lítlum skíggja eygleiða rutuna hjá flogfarinum. Hann visti, at Sýria er tiltikið fyri at pína fangar, og tá ið hann sá, at leiðin gekk móti Miðeystri, kom ræðsla á hann. Hann bønaði teir í flogfarinum um ikki at senda seg til Sýria, men einki hjálpti.

 

“Alla tíðina,” segði hann, “hugsaði eg, at eg varð fluttur út at blíva píndur. Á Gud, hugsaði eg, hvussu skal eg sleppa undan tí?” (Mayer s 130).

 

Maher Arrar varð fyrst førdur til Amman í Jordan. Tíggju tímar seinni varð hann koyrdur til Sýria. Í ein dag varð hann avhoyrdur og hóttur, og so fóru menn at sláa hann:

 

Teir slóu hann á hendurnar umaftur og umaftur við tveytumma tjúkkum elektriskum leidningum og stongdu hann inni í eini sprekku (“slot”), ið var sum eitt fólk til støddar, niðri í einum vindeygaleysum kliva undir jørðini – hansara klivi var nummar 2 – sum, segði hann, var sum at verða grivin livandi í eini líkkistu. (Mayer s 131).

 

Arrar segði seg vera sakleysan, men, píndur, var hann at enda til reiðar at siga hvat ið kravdist av honum:

 

“Tú gevur bara upp,” segði hann. “Tú verður sum eitt kríatúr.” (Mayer s 131).

Rottur og kakkulakkar

Í Sýria varð Arrar síðani settur inn í eitt tað ræðuligasta fongslið í heiminum, kent sum Far-Filastin, í Damaskus vanliga rópt Grøvin og viðhvørt, ivaleyst tí tað er so kalt og slavið, saman­líknað við eitt ísfjall. Tað er sett saman av einum katakombu­kendum vevnaði undir jørðini, av ørsmáum klivum við ongari luft og ongum ljósi, hvør til víddar, sum ein menniskjaarmur er langur. Í klivunum íðir í rottum og kakkulakkum, og gjøgnum ristir í erva míga kettur niður yvir fangarnar.

Úr sínum kliva hoyrdi Arrar fólk skríggja av pínu. Tey ræðu­ligastu skríggini, segði hann, komu frá konufólkum, sum vórðu sligin, meðan børn teirra ýldu. At enda fór Arrar at skríggja sum ein vitleysur og sláa høvdið ímóti múrinum. Henda viðferð, segði hann seinni, var so ótolandi, at

 

tú gloymir ta mjólk, tú seyg úr bróstunum á móður tíni. (Mayer s 133).

 

Men Arrar, sum kundi verið deyður - kanska grivin livandi í sýriskum kyksendi - var so heppin at hava eina konu, sum fór til verka og tvingaði ta kanadisku stjórnina at taka hansara mál upp.

Hann varð leyslatin tann 5. oktober 2003, eftir at hava sitið í myrkastovu í tíggju mánar, uttan ákæru. Ein kanadisk kanning reinsaði hann fyri minsta vet av sambandi við terroristar. Av tí at Kanada hevði medábyrgd av hansara handtøku, fekk hann frá tí kanadisku stjórnini 10.5 milliónir dollarar sum endurgjald fyri skaðan. Men úr USA kom hvørki ein umbering tíansheldur nakað endurgjald.

Tú missir tína sál

Sum eg longu havi víst á, vísa royndir, at píning – tað, sum summir føroyskir politikarar kalla “serligar metodur” – gevur lítla og onga virðismikla upp­lýsing. Hinvegin kunnu tær skeivu upplýsingar, sum pínd fólk føla seg tvingað at uppfinna, vera til stóran skaða, og hava í USA kostað mannalív í túsunda­tali. Uppaftur verri er tað moralska fall, sum er teimum fyri, sum fremja ella góðtaka “serligar metodur”. Daniel Coleman orðar tað á henda fynduga hátt:

 

Brutalization doesn´t work. We know that. Besides, you lose your soul. (Mayer s 119)

 

Men tað, sum kanska hevur mest týdning, er tann ávirkan, slík framferð hevur á heimin og serliga á lond við einaræði. Tá ið heimsins fremstu, kristnu lond ganga á odda í tí at handtaka, jagstra og pína ósekar borgarar, og tá ið slík lond enntá avtaka tær konventiónir, sum skulu verja fólk, eitt nú í eini krígsstøðu, hvørja grund hava tá tjóðir og ríkir, sum ongantíð hava kent til fólkaræði, til at hevja seg upp á eitt hægri stig?

Bæði Egyptaland, Sudan og Zimbabwe hava rættvísgjørt sín harðskap við at vísa til tað amerikanska fyridømið.

Uzbekistan

Dyggan vitnisburð um henda vanda fáa vit, um vit hyggja at einum landi sum Uzbekistan. Hetta land gjørdist stutt eftir tann 11. september til eitt serligt amerikanskt vinarland, sum fekk bæði pengar og moralska vælvild úr Washington. Hetta broytti á ongan hátt støðuna í landinum, og forsetin har, tann korrupti fyrrverandi sovjett-trúgvi búravnurin Islam Karimov, helt ótálmaður fram at útpína sítt fólk peningaliga og at jagstra og myrða demokratiskar minnilutar og eisini eitt nú fólk í Jehova Vitnum. Kanska minnast summi tann 13. mai 2005, tá ið

 

herlið hjá Karimov fóru at skjóta við tungvápnum eftir eini mannfjøld við 20.000 demokratiskum mótmælis­fólkum í Andijan og drópu meira enn 600. Ikki øll doyðu straks. Tey særdu vóru ... liggjandi alla náttina á Cholpan torginum við hvørki vatni ella læknaligari hjálp. Morgunin eftir fóru hermenn gjøgnum mannamúgvuna og skutu tey, sum enn vóru á lívi, við stuttari frástøðu (“at point-blank range”) í høvdið. (Murray s 365).

 

Islan Karimov má hava onkra serliga sjarmu, tí millum hansara vinir taldust fyri nøkrum árum síðani bæði George W. Bush og fyrrverandi ísraelski politikarin Ariel Sharon. Og rætt skal vera rætt, hesin garpurin tykist, ið hvussu so er hvat viðvíkir atburði móti sínum næsta, at hava slóðað fyri heilt nýggjum leiðum. Ein av teimum monnum, sum gjørdist fangi hjá hansara løgreglu, æt Avazov. Um hansara lagnu upplýsir Craig Murray, fyrrver­andi enskur sendimaður í Uzbekistan í bók síni Murder in Samarkand, at

 

tann patologiska deildin á Glasgow lærda háskúla hevði orðað eina stutta, men detaljeraða frágreiðing um sínar kanningar (av eini fotomynd av líkinum). Ofrið (t.e. Avazov) var deytt av at vera koyrt niður í kókandi vætu. Hetta var ikki skolan, men søkking (“immersion”), tí rundan um bringu og yvirarmar var eitt klárt flóðmerki (“tidemark”), og undir tí var líkið skáldað við 100 prosentum. Áðrenn hann var kókaður til deyðis, vóru neglirnar skræddar leysar ... (Murray s 27).

Krossvegurin

Kanska hevur lesarin nú fingið eina hóming av, hvussu tað kann gangast “hinum minstu”, og sostatt eisini Jesuspápa sjálvum, tá teirra lagna – og hansara - endar í hondunum á hugprúðum nýkristnum forsetum, og tá teirra einasta verja er politikarar, burturi sum her hjá okkum, ið hugtiknir halda uppá, at USA hevur rætt at brúka “serligar metodur”.

Skuldi onkur sett spurnartekin við ta gudfrøðiligu próvgrund­anina undir hesi grein - at javnaðartekin kann setast millum “hini minstu” og Kristus - fari eg at vísa teimum til Matteusar Evangelium, kapittul 25.

Um ein roynir at fara meira analytiskt inn í tey mál, sum her, við ítøkiligum dømum úr nútíðar politiska veruleika, er nomið við, er tann krossvegur, tann einstaka samvitskan stendur á, altíð tví­drátturin millum moral og politikk, næstakærleika og vald. Eingin kann í hesi samvitsku­støðu tæna tveimum harrum, og gloym aldri at revsa tínar vinir.

Freistingin til at akta valdsins myndugleika, grimd og óndskap - veri tey blonk og glæsilig, veri tey umboðað av Nazi-Týsklandi, Sovjetsamveldinum, USA, Guatemala, Chile, Iran, Irak, Ísrael ella londum í Afrika og Asia - er sterk. Men er tað ikki merkiligt, at alment kendir kross- og kristmenn, eisini heima hjá okkum – tá ið valið stendur millum Jesuspápa og tann Mótmannin, hvørs higartil mest kendi avatarur á fold var Adolf Hitler – við ósvitandi tevi at kalla altíð leita hin seinna upp og gerast hansara amboð og lýdnu tegnar – í stríðnum móti honum, sum ikki hevði tað stað, sum hann kundi “halla høvur sítt” at?

Ja – er tað ikki makaleyst?

Orð at enda

Til seinast fari eg at venda aftur til mín góða vin Jim Kerr. Eg veit ikki, um hann var sam­kyndur, og tað er mær eisini so óendiliga líka mikið. Tað sum hevur týdning er, at morðið á henda mann – eitt av Guds bestu børnum á hesi jørð - var ein avleiðing av niðrandi og niðursetandi hugsan og orðum.

Tey, sum her heima vilja hava rætt til at brúka samkomu, prædikustól ella talarapall til at tosa “niðursetandi” um sín næsta, fari eg at minna á, at mær vitandi hevur Kristus ongantíð sagt eitt einasta orð um tey homoseksu­ellu. Men hann hevur sagt hesi orð:

 

far og sel alla ogn tína og gev teimum fátæku

 

Hesi meistarans orð eru greið, mínir harrar, og teimum ber ikki til – um tit so eita Jógvan á Lakjuni, Bill Justinussen, Jenis av Rana ella Svenning av Lofti - at skáka sær undan. Tey eru vend beinleiðis til tykkara. Gerið so væl og gerið eftir hesum boðum Kristusar, til lítar og út í æsir.

Og latið samkynd og onnur hampafólk hava frið.

 

 

Bókmentir

Jane Mayer: The Dark Side. The Inside Story of how the War on Terror Turned into a War on American Values. Doubleday 2008.

Craig Murray: Murder in Samarkand. A British Ambassador´s Controversial Defiance of Tyranny in the War on Terror. Mainstream Publishing 2006.

Ilan Pappe: The Ethnic Cleansing of Palestine. Oneworld 2006.