Jhon Mena er aftur í ÍF

Betri deildin menn: Arbeiðssami áleyparin er aftur í Fløtugerði

Mynd: (ÍF) Geroges Rouah, formaður í ÍF, og Jhon Mena

ÍF boðar í dag frá, at fealgið hevur gjørt nýggjan sáttmála við Jhon Mena. Ályeparin úr Kolumbia royndist væl í fjør, sjálvt um tað ikki bleiv til so nógv mál. Helst er hann ætlaður, at spæla saman við Urosi Stojanov í álopinum.

 

- Jhon Mena hevur undirskrivað ein nýggjan sáttmála, sum fer at halda honum í felagnum í enn eitt ár. Hetta kemur eftir eitt ár, har hann hevur víst sítt virði á vøllinum við at spæla í 25 dystum og skora 4 mál í 2023. Hóast tølini ikki eru millum tey bestu í deildini, hevur hann við áhaldni og arbeiðssemi á vøllinum gjørt hann til ein týdningarmiklan part av at liðið ikki flutti niður seinasta kappingarár, skrivar ÍF.

 

Fuglfirðingar fingu ein frammaná í fyrsta umfari, tá ÍF tapti 6-0 móti KÍ. Sunnudagin spælir ÍF móti 07 Vestur.

 

Mynd: (ÍF) Geroges Rouah, formaður í ÍF, og Jhon Mena