Joachim elskar klassiskar bilar

Ein av luttakarunum í Copenhagen Historic Grand Prix 2010 var Joachim Prinsur, sum koyrdi við sínum 45 ára gamla Ford Lotus Cortina

Millum luttakararnar í Grand Prix koyringini var Hans Kongelige Højhed Prins Joachim, sum er kendur fyri sín stóra áhuga fyri bilum. Hann er ein av teimum fýra sum manna Cortina Racing Team, har prinsurin sjálvur koyrir ein hvítan Ford Lotus Cortina frá 1965 við grønari strípu á síðuni og er nummar 65.


Tað var danski rally-koyrarin Aage Buch Larsen, sum gjørdi Ford Lotus Cortina kendar í 60-unum. Síðan hevur Lotus Cortina verið ein legenda innan danskan motorsport við ellisakførum.


Teir fýra í Cortina Racing Team hava ein stóran amerikanskan Kentwort lastbil, sum er umbygdur til at transportera allar fýra bilarnar, samstundis sum hann verður nýttur sum uppihaldsrúm. Eitt stórt fortelt verður sett upp, meðan kappkoyringarnar fara fram.


Í samrøðu við Sosialin og Bilradio á Rás2 sigur Prins Joachim at hann altíð hevur verið hugtikin av bilum og kappkoyringum, serliga koyring við klassiskum bilum.


Hann heldur, at tað er spennandi og avbjóðandi at eiga slíkar gamlar originalar bilar og viðlíkahalda teir so teir eru í eins góðum standi, sum teir vóru fyri 30-50 árum síðan, tá teir eisini luttóku í kappkoyringum.


Bilurin hjá Prins Joachim er 45 ára gamal. Hann fekk bilin sum gávu frá Copenhagen Historic Prand Prix í 2000, og síðan 2001 hevur hann luttikið í nógvum ymiskum kappingum.


Prins Joachim gongur høgt upp í at bilurin er í góðum standi og alt virkar sum tað skal. Vit koyra við nógvari ferð, so tað er umráðandi at bremsur og onnur trygdarútgerð er í ordan. Eg havi vunnið trý Danmarksmeistaraskap umframt silvur og bronsumedaljur, sigur prinsurin.