Jóan Símun er ikki á landsliðnum

Arnbjørn Hansen, Klæmint A. Olsen og Páll A. Klettskarð eru álopsspælararnir ímóti Finnlandi

Seinastu nógvu ferðirnar hevur Jóan Símun Edmundsson, sum síðani summarsteðgin hevur verið í HB, verið fremsti álopsspælarin á landsliðnum.

Í kvøld hevur Lars Olsen, landsliðsvenjari, boðað frá hvørjar 24 spælarar, hann hevur sent boð eftir at fyrireika seg til EM undankappingardystin ímóti Finnlandi á heimavølli um tvær vikur. Merkisvert er tað, at Jóan Símun Edmundsson ikki telist millum hesar spælararnar.

Lars Olsen greiddi soleiðis frá:

-Eg havi tosað við Jóan Símun nakrar ferðir og aftur í dag. Hann er plágaður av skaða í rygginum, og tí er hann ikki tøkur at spæla á landsliðnum. Vit fáa at síggja, hvussu tað verður í næstu viku, tá ið steypafinalan leygarkvøldið er farin afturum. Eg fari ikki at útiloka, at Jóan Símun verður boðsendur, men fyribils verður tað ikki, sigur venjarin, og hann heldur fram:

-Vit hava sent boð eftir teimum trimum – Páll A. Klettskarð, Klæminti A. Olsen og Arnbirni Hansen – og eg kundi havt boðsent onkrum aftrat. Hetta er positivur trupulleiki. Eg hugsi um Finn Justinussen og Andreas Lava Olsen, sum hava staðið seg ser væl í europeisku dystunum fyri Víking.

Sum tað varð nevnt á in.fo fyrr í dag, so eru tveir nýggir vongverjar, Bárður Hansen og Alex Mellemgaard, boðsendir. Lars Olsen greiðir soleiðis frá:

-Bárður Hansen stendur seg væl í landskappingini, og hann stóð seg sera væl í altjóða avbjóðingjunum í summar. Alex Mellemgaard legði eg til merkis tíðliga í ár. Hann hevur staðið seg framúr væl,og tað er hugaligt, at vit her hava tveir vongverjar, sum eru góðir fótbóltsspælarar, og sum samstundis hava gott máltev.

Landsliðsvenjarin hevur eisini boðsent B36 miðvallaranum Róaldi Jakobsen:

-Hann er ein av mongu B36 spælarunum, sum hevur staðið seg væl. Serliga síðani Súni Olsen ikki er tøkur longur, er tað upplagt at senda boð eftir Róaldi.

Og ungi Brandur H. Olsen úr FCK?

-Ståle Solbakken hevur havt hann á beinkinum á besta FCK liðnum, og onkra løtuna hevur hann verið inni á besta liðnum. Tá ið Ståle Solbakken kann brúka hann, so kunnu vit eisini, sigur Lars Olsen í samrøðu við Trónd Arge á Rás2.

Hann leggu aftrat, at í Víkinga avrikunum í europeisku kappingunum var tað hugaligt at síggja eitt nú Atla Gregersen og Sølva Vatnhamar, men í hesum umfarinum var ikki pláss fyri teimum.

Teir 24 sum hava fingið landsliðsboð at møta til venjingar um eina viku:

Málverjar

Gunnar Nielsen, Motherwell

Teitur Matras Gestsson, HB

Tórður Thomsen, B36

Verja

Jónas Tór Næs, EB/Streymur

Viljormur Davidsen, Vejle

Johan Troest Davidsen, HB

Odmar Færø, B36

Rógvi Baldvinsson, Bryne BK

Sonni Ragnar Nattestad, AC Horsens

Ari Mohr Jónsson, Silkeborg IF

Hørður Askham, B36

Bárður Hansen, Víkingur

Alex Mellemgaard, B36

Miðvallarar

Fróði Benjaminsen, HB

Gilli Sørensen, AaB

Pól Jóhannus Justinussen, NSÍ

Róaldur Jakobsen, B36

Kaj Leo í Bartalsstovu, Algård

Christian Lamhauge Holst, FremadAmager

Hallur Hansson, Víkingur

Brandur H. Olsen, FCK

Álop

Páll A. Klettskarð, KÍ

Klæmint A. Olsen, NSÍ

Arnbjørn Hansen, EB/Streymur