Jóan Símun: Søgan endurtekur seg

(Ljóðsamrøða) HB-framherjin harmast, at mistakið, har menn ikki eru klárir endurtekur seg

Aftaná dystin í Belfast hitti Tróndur Arge eisini HB-framherjan, Jóan Símun Edmundson, sum vann føroyska liðnum eitt brotsspark í fyrra hálvleiki, sum Fróði Benjaminsen tíverri brendi. 

 

Jóan Símun harmast brenda brotssparkið, og gongdina í fyrra hálvleiki í heila tikið, har søgan endurtekur seg um, at menn ikki eru klárir frá dystarbyrjan. Hann heldur tó, at talan var um ein góðan seinna hálvleik hjá tí føroyska liðnum.

 

Jóan Símun kundi eisini fegnast um at sleppa at royna seg í einum dysti ímóti gamla liðfelaganum í Newcastle, Shan Ferguson. Teir leiktu mangan dystin saman á eykaliðnum hjá Newcastle, og teir fingu eitt gott prát eftir dystin. Og tað var júst ímóti Ferguson, at Jóan Símun vann brotssparkið. 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tað, sum Jóan Símun Edmundson segði við Trónd Arge beinleiðis á Rás2 fyrr í kvøld.