JÓANNES EIDESGAARD: ­ Tað var ikki óvæntað

Jóannes Eidesgaard formaður Javnaðarfloksin fegnast um, at løgmaður er vorðin klókari

­ Tað kom ikki óvæntað á okkum, at løgmaður fyrr ella seinni fór at geva Sámal Petur í Grund sekkin, sigur Jóannes Eidesgaard.

­ Tá Javnaðarflokkurin legði misálitisuppskot á Sámal Petur í Grund, var tað júst orsakað av samferðsluviðurskiftunum. Men tá stóð samgongan saman um at verja Sámal Petur í Grund.


Jóannes Eidesgaard sigur, at andstøðan ikki enn hevur tosað saman um at leggja misálitisuppskot á løgmann, men Javnaðarflokkurin fer heilt víst at atkvøða fyri einum slíkum uppskoti.


Um so er, at løgmaður fer at biðja Javnaðarflokkin koma upp í samgonguna, so kann hann spara sær ómakin, tí tað fer Javnaðrflokkurin undir ongum umstøðum, sigur Jóannes Eidesgaard.