Jóansøkudysturin verður seint í oktober

Nú er tað greitt, nær útsetti dysturin millum TB og EB/Streym verður spældur

Nú er tað greitt, at Mikkjal Hellisá og hinir í EB/Streymi fara at spæla í Trongisvági mikudagin 20. oktober

Fyrr í dag vórðu boðini borin um, at landskappingardysturin millum TB og EB/Streym, ið var ásettur at vera seinnapartin í morgin, var útsettur. Tá var ikki greitt, nær dysturin fór at verða spældur.

 

Nú er tað greitt, at EB/Streymur skal spæla í Trongisvági mikudagin 20. oktober, ið er sami dagur, sum útsetti dysturin millum HB og KÍ í Gundadali verður.

 

Dysturin millum TB og EB/Streym er tann, sum átti at verið spældur á jóansøku. EB/Streyma ferðalagið var á Tvøroyri leygardagin 26. juni, men tá ið fráferðin hjá Smyrli varð framskundað, tí kappróðurin var útsettur til sunnudagin, fóru teir í EB/Streymi til hús aftur.

 

Nú er tað greitt, at Mikkjal Hellisá og hinir í EB/Streymi fara at spæla í Trongisvági mikudagin 20. oktober