VIDEO: Jóannes og liðfelagarnir tóku ikki av

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Ulytau-FC Kyzylzhar 1-0 (1-0)

Jóannes Bjartalíð og liðfelagarnir í FC Kyzylzhar taptu í dysti í bestu kasakisku fótbóltsdeildini á útivølli 0-1 fyri Ulytau, ið skoraði sigursmálið longu í trettanda minutti.

 

Kyzylzhar hevði bóltin meira og teir høvdu eisini fleiri royndir á málið enn mótstøðuliðið, men tað sást ikki aftur á máltalvuni. Jóannes hevði tríggjar góðar royndir á málið, har tann eina rakti stongina.

 

Kyzylzhar hevur trý stig fyri tveir dystir.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Ulytau-FC Kyzylzhar 1-0 (0-0). Tríggjar góðar royndir hjá nummar 10 hjá Kyzylzhar, Jóannes Bjartalíð síggjast eisini í hesum samandráttinum:

 

##med2##