U21 EM: Ólavur ger tríggjar broytingar

Ólavur Mikkelsen, venjari hjá U21 landsliðnum, hevur úttikið 20 spælarar til EM undankappingardystin móti Sveis

FSF skrivar:

 

 

Ólavur Mikkelsen, venjari hjá U21 landsliðnum, hevur úttikið 20 spælarar til EM undankappingardystin móti Sveis

 

——————

 

Tað verður nummar tvey ímóti nummar trý í bólkinum, tá Føroyar og Sveis fríggjakvøldið í komandi viku bresta saman í U21 EM undankappingardysti á Stockhorn Arena í Thun.

 

Og sammett við seinasta dystin hjá Føroyum, sum var á útivølli móti Frankaríki í novembur í fjør, hevur Ólavur Mikkelsen framt tríggjar broytingar í hópinum.

 

Hesaferð hevur venjarin sent boð eftir Jósef Ólavsson Gleðisheygg og Aron Benjaminsen úr Víkingi, og Dávid Reymheim úr KÍ. Teir avloysa Aron Reinert Hansen, Marjus Nón og Thomas Bjørn Miezan.

 

Hópurin:

Rasmus Olsen, FC Suðuroy

Hans Jákup Arngrímsson, Skála

Virgar Jónsson, EB/Streymur

Ejvind Restorff Mouritsen, HB Tórshavn

Ingi Arngrímsson, Víkingur

Jákup Norðoy Vilhelmsen, KÍ Klaksvík

Jónas Prior, 07 Vestur

Bjarti Thorleifsson, Skála

Jósef Ólavsson Gleðisheygg, Víkingur

Jógvan Gullfoss, B36

Dávid Biskopstø Andreasen, B36 Tórshavn

Mattias Hellisdal, Västerås SK (Svøriki)

Árni Nóa Atlason, Víkingur

Heini Sørensen, HB Tórshavn

Djóni Samuelsen, B68 Toftir

Hanus Højgaard, B68 Toftir

Áki Samuelsen, Mjällby AIF (Svøriki)

Aron Benjaminsen, Víkingur

Dávid Reynheim, KÍ Klaksvík

Markus Isaksen, Skála

 

Tá Føroyar og Sveis møttust á Tórsvølli í oktobur í fjør gjørdist úrslitið 3-1 til Sveis.

 

Undan dystinum á Stockhorn Arena hava Føroyar 9 stig, eitt stig frammanfyri Sveis, sum hevur 8 stig. Frankaríki er fremst í bólkinum við 10 stigum. Skrivar FSF. 

 

Stigatalva og leikskrá: U21 EM undankapping / Bólkur C