Ísraelskt-Amerikanska Ráðið (IAC) og fleiri aðrir jødiskir felagsskapir hava skipað fyri uppsetingini í New York. - Foto: Timothy A. Clary/Ritzau Scanpix  

Jødiskt samfelag setur á borðið til 222 gíslar á Times Square

Ein uppseting á Times Szuare í New York skal symbolisera gíslarnar, sum í skjótt tríggjar vikur hava í varðhaldi hjá Hamas.

Ísraelskt-Amerikanska Ráðið (IAC) og fleiri aðrir jødiskir felagsskapir hava skipað fyri uppsetingini í New York. - Foto: Timothy A. Clary/Ritzau Scanpix  

Tað er sett á borðið til 222 persónar á einum stórum langborðið mitt á Times Square í amerikanska stórbýnum New York.

Tað vísir myndirnar hjá tíðindastovuni AFP.

Tey 22 plássini skulu symbolisera gíslarnar, sum hernaðarligi bólkurin Hamas hevur tikið sum fangar í sambandi við álopinum hjá bólkinum á Ísrael 7. oktober.

Høvið til uppsetingina á Times Square er jødiska sabbatin, har familju við sólsetur fríggjadag vanliga savnast til døgurða heima við hús.

Uppsetingin á kenda torginum hevur 222 hvítar stólar við longum boðrum, sum eru dekkað upp við hvítum dúki, hvítum serviettum, tallerkum og gløsum.

Á baksíðuni á hvørjum stóli er ein seðil við einum av gíslunum.

 

##med2##

Tað er Ísraelskt-Amerikanska Ráðið (IAC) og fleiri aðrir jødiskir felagsskapir, sum hava skipað fyri uppsetingini.

Í gjár vóru eisini propalestinsk mótmæli í New York. Sambært løgregluni í býnum vóru minst 350 mótmælisfólk á Wall Street.

Álopið hjá Hamas fyri sløkum trimum vikum síðani kostaði sambært ísraelska herinum yvir 1400 perónum lívið í Ísrael.Tað hevur ført til eitt stórt stríð.

##med3##

 

Ísrael hevur svarað aftur upp á álopið hjá Hamas við at tveita fleiri túsund bumbur yvir Gazageiran. Ísraelska svarið hevur kostað yvir 6500 palestinum lívið, sigur heilsumálaráðið hjá Gaza, sum Hamas hevur ræðið á.

Ísraelski herurin sigur í dag, at Hamas hevur 229 persónar sum gíslar.

/ritzau/

 

 

 

Ísraelskt-Amerikanska Ráðið (IAC) og fleiri aðrir jødiskir felagsskapir hava skipað fyri uppsetingini í New York. - Foto: Timothy A. Clary/Ritzau Scanpix  

Hernaðarligi bólkurin Hamas tók nógvar gíslar tilfanga í sambandi við álopið í Ísrael 7. oktober. - Foto: Timothy A. Clary/Ritzau Scanpix  

Á baksíðuni á stólunum á Times Square eru seðlar við nøvnunum á gíslunum. - Foto: Timothy A. Clary/Ritzau Scanpix