- Eg skal fyrst læra Atlantsflog at kenna, áðrenn eg fari at tosa um framtíðina, sigur Jørgen Holme, nýggjur stjóri í Atlantsflog
Nýggi stjórin í Atlantsflog er sera varin við at tosa um framtíðina hjá føroyska flogfelagnum. Hann vil fyrst seta seg inn í viðurskiftini í fyritøkuni.
Jørgen Holme setti seg í stjórastólin í Atlantsflog í morgun. Hann kennir seg væl móttiknan, og ætlar at brúka dagin í dag at heilsa uppá starvsfólkini.
52 ára gamli Jørgen Holme varð settur í starv seint leygarkvøldið, samstundis sum Magni Arge varð loystur úr starvinum. Jørgen Holme ynskir ikki at upplýsa, nær hann fekk tilboðið um at gerast stjóri fyri Atlantsflog.
- Alt, sum snýr seg um míni setanarviðurskifti, mást tú tosa við nevndarformannin um, sigur Jørgen Holme.
Sambært nevndarformanninum í Atlantsflog skal nýggi stjórin seta út í kortið eina nýggja strategi fyri felagið. Men strategiin er langt frá klár.
- Tað liggur úti í framtíðini. Fyrst má eg seta meg inn í viðurskiftini í felagnum, sigur Jørgen Holme.
Nýggi stjórin vil ikki seta orð á, hvussu strategiin kemur at síggja út.
- Nei, tað er ov tíðliga at siga nakað um enn, sigur Jørgen Holme.
Nógv fokus hevur verið á ferðaseðlaprísirnar, síðani Atlantsflog aftur gjørdist einsamalt felag á føroyaleiðini.
Men nýggi stjórin vil heldur ikki lova føroyingum bíligari ferðaseðlar.
- Eisini tað er ov tíðliga at siga nakað um nú, sigur Jørgen Holme.
Hoyr samrøðu við nýggja stjóran, Jørgen Holme, við at trýsta á pílin undir myndini.