Analysa: Tað eru lítil útlit til, at løgtingið fer at samtykkja eitt misálitisuppskot á Jørgen Niclasen. Atkvøður Sambandsflokkurin fyri, er vandi fyri, at Fólkaflokkurin reisir misálit á løgmann, sum øll andstøðan tekur undir við.
Tá tingfundur verður í morgin klokkan 10 er sannlíkt, at andstøðan fer at reisa misálitisuppskot móti Jørgen Niclasen eftir alt rokið, sum kemur í kjalarvørrinum á tollmálinum, sum seinast varð viðgjørt í sjónvarpsending í Kringvarpinum í gjárkvøldið.
Tá málið kom upp beint fyri jól á Portalinum og í Kringvarpinum var tað beint upp undir jólafrítíðina, tá tingið var farið heim. Tí gjørdist einki rok í politisku skipanini. Men hesaferð er timingin hjá Kringvarpinum øðrvísi. Nú varð sendingin send tveir dagar fyri, at løgtingið kemur saman í úrtíð. Vanliga hevur Kringvarpið ikki slíkar sendingar mánakvøld. Men við uppfylgingum, sum hava verið á ymsum miðlum í dag – við kjaki millum politikarar, og har tingfólk í samgonguni eisini hava verið kritiskt mótvegis Jørgeni Niclasen, kundi verið hugsandi, at Miðflokkurin og partar av Sambandsflokkinum fóru at taka undir við einum misálitisuppskoti frá andstøðuni.
Enn hava vit ikki hoyrt, hvat løgmaður sigur. Men tað fer ikki at bera til hjá Sambandsflokkinum at atkvøða fyri einum slíkum misálitisuppskoti. Ført verður fram, at landskassin hevur mist góðar 50.000 krónur av húsaganginum hjá P/F N. Niclasen, sum Jørgen Niclasen var stjóri fyri. Hann verður lagdur undir lógarbrot, men tað er ikki prógvað. Hinvegin er staðfest eitt tap hjá landskassanum.
Men Kaj Leo Holm Johannesen hevur nógv »størri lík í lastini« í so máta. Landið hevur mist í øllum førum 200.000 krónur av felag, sum løgmaður hevur varðað av, eins og onnur hava mist fleiri milliónir krónur. Um tingfólk úr Sambandsflokkinum atkvøða fyri einum misáliti á Jørgen Niclasen, so er ikki bara samgongan rokin, men so fellir løgmaður fyri misálitisuppskoti frá Fólkaflokkinum. Og leggur Fólkaflokkurin fram eitt slíkt misálitisuppskot, so fær tað fulla undirtøku frá andstøðuni, og so hava vit løgtingsval 17. juni.
Sambandsflokkurin hevur minst av øllum brúk fyri einum løgtingsvali júst nú. Flokkurin liggur metlágt í veljarakanningum. Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi standa til stóra framgongd. Ein møgulig miseydnað roynd hjá tingfólkum úr Sambandsflokkinum at fáa Jørgen Nilcasen frá fer uttan iva at geva Jørgeni Niclasen ein martyrleiklut, sum fer at geva Fólkaflokkinum vind í seglini, meðan Sambandsflokkurin stendur við svartaperi.
Sambandsflokkurin hevur ikki ráð at seta Kaj Leo Johannesen í veð fyri einum misálitisuppskoti frá Fólkaflokkinum. Tí hevur Fólkaflokkurin buktina og báðar endarnar í stríðnum um Jørgen Niclasen. Og tí fær eitt møguligt misálitisuppskot frá andstøðuni á Jørgen Niclasen í minsta lagi 18 nei-atkvøður frá Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum – helst báðar frá Miðflokkinum við.
Skulu vit gita, so fær misálitisuppskotið frá andstøðuni 13 atkvøður.
6 frá Tjóðveldi
5 frá Javnaðarflokkinum
1 frá Framsókn
1 frá Sjálvstýrisflokkinum
Skuldu sambandsfólk atkvøtt fyri eisini, so uppskotið kann samtykkjast, so útloysir tað eitt misálitisuppskot frá Fólkaflokkinum á løgmann, sum fær 22 atkvøður:
9 frá Fólkaflokkinum
6 frá Tjóðveldi
5 frá Javnaðarflokkinum
1 fra Framsókn
1 frá Sjálvstýrisflokkinum
Skuldi tingfólk úr løgmansflokkinum tikið undir við einum misálitisuppskoti á eitt landsstýrisfólk, so er tað eisini eitt misálit á sjálvan løgmann, sum situr við lyklinum og einsamallur ger av, hvør situr í landsstýrinum. Heldur løgmaður, at Jørgen Niclasen skal frá, so er bara at koyra hann frá.
Skuldi Jørgen Niclasen kortini verið offraður í morgin, so verða løgmaður og Sambandsflokkurin kortini størsti taparin. Tí hendir tað neyvan.
Les eisini:
Høgni og Aksel fyrireika misálit
Fólkaflokkurin fult álit á Jørgen Niclasen
Jørgen Niclasen: Eg havi goldið tollin
Poul Michelsen: Misálit er neyðugt
Misálit á Jørgen Niclasen í morgin