Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur nú gjørt av av stevna trimum fólkum í Kringvarpinum og einum tíðindamanni á Portalinum.
Hann sigur, at hann kann ikki longur góðtaka tað hann kallar fyri grovan ágang ímóti sær - Eg kann ikki longur góðtaka, at nevndu fjølmiðlar hava sett eina útspillingarherferð ímóti mær, einans við tí endamáli at oyðileggja mína politisku framtíð, sigur hann.
Hann sigur, at tí hevur hann biðið sakføraran stevna Dia Midjord, stjóra í Kvf, Liljuna Weihe, tíðindaleiðara, Jan Lamhauge, journalisti og Sveini Tróndarsyni, sum var tíðindamaður og ábyrgdarhavari á Portalinum. Í fyrstu atløgi vil hann hava tey dømd fyri bakbit, men í øðrum lagi fyri ærumeiðing. Hann vil eisini hava tey at rinda endurgjald eftir galdandi reglum. Hann heldur fast um, at tað er ósatt, at hann hevur snýtt í tolli og hann og hann krevur eisini, at skuldsetingarnar verða tiknar aftur.
|