Jørgen Niclasen vil ikki skírast tjóvur

Í dag byrjar nógv umrødda rættarmálið millum Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, og fýra journalistar

Í dag byrjar nógv umrødda rættarmálið millum Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, og fýra journalistar.

 

Og sakarmálið er drúgt, tí rætturin hevur sett tríggjar dagar av til viðgerina.

 

Jørgen Niclasen hevur stevnt teimum fýra, Dia Midjord, kringvarpsstjóra, Liljuni Weihe, tíðindaleiðara í Kringvarpinum, Jan Lamhauge, tíðindamanni í Kringvarpinum, og Sveini Tróndarsyni, fyrrverandi ábyrgdara á Portalinum.

 

Jørgen Niclasen vil hava tey fýra dømd fyri ærumeiðing í kjalarvørrinum á nógv umrødda tollmálinum, sum Kringvarpið og Portalurin gjørdi nógv burtur úr á sinni.

 

Umrøðan byrjaði stutt fyri jól í 2013, og í stevningini sigur Jørgen Niclasen, at tey fýra hava – í felag og áhaldandi – sett fram ósannar og ærumeiðandi skuldsetingar móti sær fram til hálvan juni í fjør, tá ið hann stevndi.

 

Tað, Jørgen Niclasen stevnir fyri, eru páhald í Kringvarpinum og Portalinum um, at hann  skal hava »snýtt landskassan fyri fleiri hundrað túsund krónur í tolli« í árinum frá 1988 til 1994

 

Men hann stevnir eisini fyri páhald um, at at hann hevur »svikað við tolli«, at hann hevur »selt vørur uttan um tollmyndugleikarnar«, at hann hevur »stýrt ótollaðu søluni«, hevur »tilvitað brotið tolllógina«, at hann »tilvitað skal hava áført landskassanum tap«, og at hann skal hava »snýtt sín samstarvspartnara Skipafelagið Føroyar«.

 

Frammanundan hevði Jørgen Niclasen eisini kært til Fjølmiðlakærunevndina, men tá hann í summar gjørdi av at fara í rættin við teimum fýra, tók hann ta kæruna aftur.

 

Fyrsti rættarfundur í málinum byrjar í morgun klokkan níggju, og síðani verður hildið fram við rættarfundum í morgin og mikudagin við – og allar dagarnar verður byrjað klokkan níggju á morgni.