Jørgen Niclasen vann sakarmálið ímóti teimum fýra blaðfólkunum
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, vann sakarmálið ímóti teimum fýra journalistunum.
Hann stevndi tey fyri ærumeiðing í kjalarvørrinum á tollmálinum, har hann var lagdur undir at hava snýtt í tolli. Og Føroya Rættur hevur nú dømt Liljuna Weihe tíðindaleiðara í Kringvarpinum, og Dia Midjord stjóra í Kringvarpinum, 20 dagbøtur á 1.000 krónur, ella 20.000 krónur í bót í part.
Jan Lamhauge journalistur í Kringvarpinum fær 10 dagbøtur á 1.000 krónur, ella 10.000 krónur í bót og Sveinur Tróndarson, sum var á Portalinum, tá ið málið var uppi, fær eisini 20 dagbøtur á 1.000 krónur, ella 20.000 krónur í bót.
Harumframt skulu tey rinda Jørgen Niclasen 75.000 krónur í sakarmálskostnaði.
Samstundis er tað, sum er sagt og skrivað um Jørgen Niclasen í hesum máli, dømt deytt at vera.
|