Fyrra steypakappingin í estetiskum fimleiki var leygardagin 16. januar í skúlanum á Argjahamri.
Feløgini, sum luttóku, vóru Fimleikafelagið Støkk, Havnar Fimleikafelag og Fimleikafelagið Ljósið.
Luttikið varð í hesum bólkum: Pinkur, smágentur, gentur, kvinnuunglingar og kvinnur. Feløgini leggja nógva orku í tann Estetiska Fimleikin, og tað sást aftur í kappingini. Karmarnir vóru góðir í Skúlanum á Argjahamri og kappingin, sum var í tveimum, gekk sera væl. Tað var ein spennandi kapping, og vóru fleiri lið næstan jøvn í stigum.
Hjá pinkunum vann Viólin úr Støkk við 11,9 stigum. Nummar tvey gjørdist Femja úr HF við 10,8 stigum og so var eitt lítið lop niður til Vela úr Ljósinum, sum gjørdist nummar trý við 8,6 stigum. Fenja og Viólin fingu líka nógv stig fyri framførsluna, men Viólin fekk fleiri stig fyri tekniska úrslitið og listarliga úrslitið. Nummar fýra gjørdist Froya úr HF og nummar fimm Smæran úr Støkk.
Hjá smágentunum vann Lyra úr Ljósinum ein rættiliga tryggan sigur við 13,95 stigum. Tær fingu flest stig, bæði fyri tekniska úrslitið, listarliga úrslitið og fyri framførsluna. Nummar tvey gjørdist Flykran úr Støkk við 12,90 stigum og nummar trý Bjalla úr HF við 11,6 stigum. Nummar fýra gjørdist Birta úr HF og nummar fimm Libra úr Ljósinum.
Hjá gentunum vann Eina úr HF við 14,6 stigum. Nummar tvey gjørdist Vípan úr Støkk við 14,25 stigum og nummar trý Enna úr HF við 13,7 stigum. Eina var eitt vet betri enn Vípan tekniskt og í framførsluni, meðan Vípan var eitt lítið sindur betri listarliga. Enna hjá HF var á hædd við Vípuna og Einu bæði tekniskt og hvat framførsluni viðvíkti, men tær fingu nakað færri stig fyri listarliga avrikið.
Hjá unglingum vann Hydra úr Ljósinum við 15,15 stigum. Nummar tvey gjørdist Svalin úr Støkk við 14,35 stigum og nummar trý Alda úr HF við 12,90 stigum. Serliga var tað tekniska avrikið hjá Hydru, sum bergtók dómararnar.
5. mars 2016 verður seinna steypakappingin í Bylgjuni í Runavík, so tíðin fram til tá verður brúkt til nógva venjing og møguligar broytingar í seriunum.
Við loyvi frá Føroya Fimleikasambandið vísa vit nakrar myndir av kappingini í myndasavninum. Fleiri myndir eru at síggja her. Tað er Haldur Suni Johansen, ið hevur tikið myndirnar.