Jógvan Andrias við forvitnisligum staklag

Sóljuprinsessa er føroyska útgávan av Syrenprinsesse, sum Kim Larsen av álvara fekk fólk at lurta eftir.

Jógvan Andrias Joensen hevur enn einaferð verið í upptøkuhølum og letur nú eitt staklag úr hondum. Hesaferð hevur hann føroyskað ein sang úr donskum.

 

Sóljuprinsessa er føroyska útgávan av Syrenprinsesse, sum Jan Toftlund skrivaðaði  og Mathilde Bonde gjørdi lag til. Tey gjørdu sangin saman eina blíða summarnátt á Midtfyn Festivalinum 1981.

 

Sangurin var fyrstu fer útgivin á LP’ini Maskebal 1982 hjá Lasse & Mathilde í 1982.

 

Fýra ár seinni, í 1986, kom Kim Larsen út við sínari tulking av sanginum á Forklædt som voksen. Henda útgáva var nógv spæld í Føroyum tá.

 

Jan Toftlund hevur sagt, at aftaná hesa vælumtóktu útgávu, vuksu inntøkur hansara so mikið, at hann kundu gjalda sína skattaeftirstøðuna, sum hann árini frammanundan var komin í.

 

Tað var í samband við aðra verkætlan at Jógvan Andrias, fór at lurta aftur eftir Syrenprinsesse, at hann fall fyri tekstinum og fekk hug at umseta hann. Føroysku útgávuna, Sóljuprinsessa, umsetti Jógvan Andrias 07.02.21.

 

Jógvan Andrias kenna vit sum vísusangara og tónleikafyriskipara. Hann hevur givið fleiri útgávur út, men nú er hevur hann so latið kendan sang í føroyskan búna.

 

Sangurin kann hoyrast her:

 

##med8##

 

Hesi leika við á Sóljuprinsessuni:

 

Upprunasangur: Syrenprinsesse

Orð: Jan Toftlund (1949-1990)

Lag: Mette Mathilde Bondo

 

Føroyskað: Jógvan Andrias Joensen

 

Upptøka í Hjallinum hjá LISU í Hoydølum 19.-31. mai 2021.

Framleitt og ljóðblandað hevur Teitur Lassen. Vinjar Egilsnes Petersen sat við knøttarnar undir upptøku av violinunum.

 

Útgávan er frumbandað hjá Pola Roy í Berlin.

Jógvan Andrias: sang, floyta

Teitur Lassen: gitar, el-gitar, klaver, violin – útseting fyri valdhorn og violin

Benjamin Petersen: gitar

Per Ingvald Højgaard: trummir, slagverk

Troleik Mortensen: kontrabas

Páll Sólstein: valdhorn     

 

Húsin-Mynd: Petur Martin Solmunde

 

Útgáva: Tutl mai 2021

 

Stuðlað útgávuni hava Mentanargrunnur Landsins og Klaksvíkar kommuna

 

Útgávur Hjá Jógvani Andrias:

 

Jógvan Andrias eigur Ljós í myrkri á Amnestifløguni 1991.

Jógvan Andrias gav í 1999 sína fyrstu fløgu út Soleiðis saman: utg. TUTL

Jógvan Andrias var eisini við á Bláu Bylgju fløguni 2009

við lagnum Leikum Fagurt

Jógvan Andrias gav út staklagi Sólarhvarv 7.des. í 2017: útg. TUTL

Og í dag 9.juni letur Jógvan Andrias úr hondum Sóljuprinsessa: útg. TUTL

sum hann umsetti 07.februar í ár.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##