Jógvan Arge: Hetta luktar langan veg

Aðrir býráðslimir halda tvørtur ímóti, at hetta er so reint sum tilber

- Hetta luktar langan veg, og skilji yvirhøvur ikki, at býráðslimir kunnu hugsa hendan tankan.

 

Tað heldur Jógvan Arge, býráðslimur. 

 

Tórshavnar Býráð hevur avgjørt at sleppa ætlanini at byggja havnarlagið út framvið Skansanum, og ístaðin byggja suðureftir og í tí sambandi skal byggisamtyktin broytast

 

Men meirilutin í býráðnum sigur, at tey hava gjørt avtalu við løgfrøðing hjá Innlendismálaráðnum um mannagongdina.

 

Í hesum sambandi skal hann taka støðu til, um tað er neyðugt at leggja broytingina alment fram, so at almenningurin fær høvi at gera viðmerkingar til hana, áðrenn hon verður samtykt.

 

Jógvan Arge er ovfarin av, at meirilutin í býráðnum so mikið sum hugsar tankan um at broyta byggisamtyktina, uttan at almenningurin fær høvi at siga sína hugsan um tað. Hann heldur, at hetta kann býráðið ikki loyva sær hetta mótvegis borgarunum.

 

- Eg skilji ikki, at mann yvirhøvur kann tosa um slíkt, tí minsta kravið, eitt býráð má seta til sín sjálvs, er, at almenningurin sleggur at siga sína hugsan, tá byggisamtyktin verður broytt, sigur býráðslimurin fyri Tjóðveldi.

 

Jógvan Arge heldur, at hetta luktar langan veg, og hann hevur illgruna um, at tað liggur ein politisk ætlan aftanfyri. 

 

Tróndur Sigurðsson, býráðslimur, avsannar, at nakað dult er í hesum. Hetta luktar ikki. Tvørturímóti er hetta so reint, sum tilber, tí hetta er alt gjørt í samráð við høgru myndugleikarnar, sigur hann.

 

- Metir løgfrøðingurin hjá Innlendismálaráðnum, at broytingin skal leggjast alment fram fyri almenninginum, verður hon tað. Longri er tann søgan ikki, og eg veit ikki, hví býráðslimir altíð síggja trøll á alljósum degi, sigur Tróndur Sigurðsson.  

 

Sjúrður Olsen sigur, at spurningurin, sum løgfrøðingurin hjá Innlendismálaráðnum skal taka støðu til, er, um tað er neyðugt at leggja hesa broytingina alment fram, og heldur hann tað, verður hon løgd fram. 

 

Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at broytingarnar í sambandi við hina fyrru útbyggingina lógu frammi, og tey mótmælini verða latin Innlendismálaráðnum saman við umsóknini  um at broyta byggisamtyktini.

 

Men nú eru átta mánaðir síðani, at tær broytingarnar vórðu lætnar myndugleikunum, men enn er svar ikki komið haðani sigur hann.

 

Sjúrður Olsen sigur, at sjálvur heldur meirilutin í býráðnum, at tað er ikki neyðugt at leggja broytingarnar fyri almenningin, áðrenn tær verða samtyktar, sigur Heðin Mortensen.

 

At enda varð úrslitið, at Býráðið samtykti at broyta byggisamtyktina.