Jógvan Arge snarar runt um seg sjálvan

Ikki hevði eg meira enn gjørt vart við, at skipanin við bíðilista til grundstykki í Tórshavnar kommunu trongdi til at verða broytt, so legði Jógvan Arge okkum í býráðsmeirilutanum undir at hava snarað til høgru. Hetta eru tó teir beru pástandir, uttan mið ella mál.

 

Tað er so øgiliga einfalt, at vit snøgt sagt vilja geva øllum borgarum sama møguleika at byggja í Havn, óansæð um teir eiga eina ogn ella ikki.

 

Jógvan Arge mátti heldur virt tað arbeiðið, sum byggi- og býarskipanarnevndin nú leggur fyri dagin, tí vit hava altso 150 búeindir á veg út til okkara borgarar. Sjálvur hevur hann sitið sum formaður í byggi- og býarskipanarnevndini, uttan at so mikið sum eitt einasta grundstykki kom út til okkara borgarar, so tí skilji eg slett ikki hansara pástand um, at vit eru snarað til høgru, bara tí vit gera nakað við tørvin á grundstykkjum.

 

Vit ynskja, at kommunan skal vaksa og at trivnaðarkósin hjá kommununi heldur fram, tí tað er sera umráðandi, at fólk sleppa at byggja í kommununi.

 

At eldri fólk “sleppa” at selja síni hús og “sleppa” at byggja minni hús, er bara alneyðugt, so vit fáa hesar bústaðir út á marknaðin sum ein dynamiskan møguleika fyri trivnað og vøkstri, og eisini vilja vit gera tað møguligt hjá heimkomnum útisetum at fáa  grundstykki frá kommununi. Tað er snøgt sagt altavgerandi, at útboðið á bústaðarmarknaðinum verður størri, so vit samstundis fáa kappingarføri og betri prísir til okkara borgarar.

 

Jógvan Arge hevur sjálvur tikið undir við, at økið á Kongavarða bleiv selt til alment útboð, so øll hava sama møguleika at bjóða. Eg helt annars, at vit báðir vóru púra samdir um, at Tórshavnar kommuna ikki skal byggja raðhús. Nú ynskir Jógvan, at kommunan skal verða byggimeistari, men tað fer neyvan at hava annað við sær, enn at raðhúsini verða dýrari, heldur enn bíligari.

 

At 32 raðhús verða seld, hevur einki við nakra snaran til høgru at gera, tí hinvegin koma 118 grundstykki út eftir einum betri og solidariskum “bíðilista”. Alt hetta dugi seg slett ikki at síggja sum nakað, ið hevur við høgrapolitikk at gera, men tvørturímóti snýr seg um at loysa upp fyri eini støðu, hvørki vit ella borgararnir kunnu liva við. Vit vilja stutt og greitt javnseta øll, sum er beint tað øvugta av høgrapolitikki!

 

Tað er keðiligt at síggja ein mann, sum Jógvan Arge, ið eg havi stóra virðing fyri, sleinga slík ósannindi út fyri egnan politiskan vinning. Nei, góði Jógvan Arge, vit vilja verja okkara grundsjónarmið og geva øllum ein møguleika at byggja í kommununi. Tað er nakað, sum Tjóðveldi eisini eigur at taka undir við – og sum eg eisini vænti, at hann fer at gera.

 

Tróndur Sigurðsson
býráðslimur fyri Javnaðarflokkin