- Tað er ikki tí at vit hava ligið á latu síðini, at ætlanin um at byggja 50 metra langhyl í Havn, ikki er komin longri enn.
Tað staðfesti Jógvan Arge, býráðslimur í Havn, á býráðsfundi í kvøld.
Tað hevur ligið í kortunum í fleiri ár, at ein 50 metra langhylur skal gerast í Havn, men arbeiðið hevur ligið stilt í fleiri ár.
Býráðslimirnir Jógvan Arge og Bogi Andreasen hava sitið í eini bygginevnd fyri langhylin, men Jógvan Arge staðfestir, at tað er ikki tí at nevndin hevur ligið óvirkin, at onki er hent.
Hann sigur, at tað hevur ikki verið politiskur hugur til at fremja ætlanina, tí nevndin hevur ongantíð fingiðfundarboð.
Men á býráðsfundinum í kvøld hevur býráðið so valt eina nýggja bygginevndi, har Elin Lindenskov og Annfinn Brekkstein eru limir.
- Eg má bara taka til eftirtektar, at eg eri tveittur úr nevndini, sigur Jógvan Arge.
Men hann heldur, at tað er løgið, at býráðið brýtur vanliga mannagongd og velur eina serstak bygginevnd, heldur enn at gera sum vanligt og velja eina bygginnevnd við einum umboði fyri samgonguna, einum umboði fyri andstøðuna og trimum umboðum fyri umsitingina í býráðnum.
Hann hevur illgruna um, at hetta er eitt stig, meirilutin í býráðnum hevur tikið, fyri at fáa ein rossahandil at ganga upp.
Hann sipar til, at tá býráðið tók við, var avtalan, at Bogi Andreasen skuldi vera limur í Sev í tvey ár og Marin Katrina Frýdal skuldi vera í tvey ár.
Men nú er Marin Katrina Frýdal farin í andstøðu og tí hevur stríð tikið seg upp í samgonguni í býráðnum um, hvør skuldi hava sessin í Sev.
Bogi Andreasen, og Fólkaflokkurin, hava tvíhildið um, at hann skuldi varðveita nevndarsessin í SEV, men býráðslimir í Javnaðarflokkinum, serliga Elin Lindenskov, hava kravt, at ein býráðslimur hjá Javnaðarflokkinum skuldi yvirtaka sessin, sum Marin Katrina Frýdal annars skuldi hava.
Les eisini: Framskunda ætlanina at gera langhyl í Havn
Men so er ein rossahandil gjørdur, at Bogi Andreasen varðveitir sessin í Sev, men afturfyri verður Elin Lindenskov forkvinna í eini nýggjari nevnd, sum skal fyrireika langhylin, sum hevur verið eitt hjartamál hjá henni í fleiri ár.
- Ætlanin at gera langhyl hevur eftir øllum at døma ikki havt politiska undirtøku, men nú sær tað út til, at nevndarvalið í Sev hevur aktiverað málið um langhylin aftur, sigur Jógvan Arge.