Jógvan ikki í vanda

Hesaferð slapp Jógvan undan trýstinum, sum fylgir við, tá syngjast skal fyri lívinum í X-Factor

 

Eftir at hann í fyrsta live-showinum mátti syngja fyri lívinum, tá hann taldist millum teirra, sum fingu fæstu atkvøðurnar, kundi Jógvan anda heldur lættari í kvøld. Hansara navn var nevnliga millum tey seks, sum høvdu fingið flestu atkvøðurnar, og soleiðis kann føroyska íkastið til X-factor taka tað heldur róligari hesaferð.

 

Nú verða tað ístaðin Tannaz Hakami og Finn & Rie, sum skulu hava eina eyka framførslu, har tey skulu sannføra dómararnar um, at júst tey skulu sleppa víðari.