Jógvan, Trond, Annika og Dánjal heiðrað

Í dag vórðu M.A. Jacobsens heiðurslønir fyri yrkisbókmentir og fyri mentanaravrik og Barnamentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs, handaðar.

Í dag vórðu M.A. Jacobsens heiðurslønir fyri yrkisbókmentir og fyri mentanaravrik handaðar.

 

Yrkisbókmentir; Jógvan í Lon Jacobsen, professari á Føroyamálsdeildini,  fekk viðurkenning fyri stóra verkið hjá sær, Føroysk purisma.

 

Norski professarin í máltøkni á universitetinum í Tromsø, Trond Trosterud, fekk seinnapartin mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens fyri avrik sítt í sambandi við føroyska rættstavaran.

 

Annika Oyrabø fekk Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs fyri at hava myndprýtt bókina Abbi og eg og abbi, sum Dánjal Hoydal hevur skrivað.

 

Eisini fekk Dánjal Hoydal Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs fyri bókina Abbi og eg og abbi.

 

Á in.fo venda vit aftur við grundgevingunum fyri at lata hesum 4 heiður í dag.

 

##med2##