Jógvan Joensen, sum fyrst í hesum árinum gjørdi seg galdandi í x-factor, har hann endaði á einum øðrum plássið, kemur í næstum út við nýggjari fløgu.
Fløgan kallast ”Love That You Love”, og kemur út fríggjadagin 4/12.
Á fløguni eru fimm løg. Jógvan hevur sjálvur skrivað øll løgini, meðan Høgni Lisberg hevur framleitt løgini.
Fýra av løgunum eru á enskum, meðan tað eina er á føroyskum. Teksturin til heitislagið ”Love That You Love” er skrivaður saman við systrini, Kristinu Joensen.
Sum heild eru tekstirnir merktir av bersøgni, har einki verður pakkað inn. Tónleikaliga er talan um huglagsríkan soul popp við elektroniskum dámi.
Upptøkurnar fóru fram í Moremax Studio hjá Magnus Leander Ovason í Keypmannahavn og í Holið Studo hjá Høgna í Gøtugjógv. Jens L. Thomsen hevur miksað í Støkumørk, meðan Glenn Schick hevur mastrað í Glenn Schick Mastering.
Tað er plágufelagið Tutl, ið gevur fløguna út.