Johan á Plógv skal til HM í hondbólti

Danski landsliðsvenjarin, Nikolaj Jacobsen, hevur tikið út føroyska høgraveingin, Jóhan á Plógv Hansen, til danska landsliðið, sum í januar skal spæla um heimsmeistaraheitið

Tað er ikki óvæntað, at føroyingur er við á liðnum, tá tað hevur hann verið fleiri ferðir áður.

 

Nýggir á liðnum eru tó 23 ára gamli GOG-strikuspælarin Lukas Jørgensen eins og Mads Hoxer, honbóltskometin úr Aalborg.

 

Við at taka út Mads Hoxer á høgra bakki hevur Nikolaj Jacobsen sett av liðnum leikarar sum Niclas Kirkeløkke og Jacob Lassen.

 

Lukas Jørgensen hevur ongan landsdyst spælt, men hevur klárað seg væl í GOG.

 

Við er eisini Lasse Møller. Flensburg-Handewitt spælarin hevur verið illa skaddur, men er aftur í formi og fer beint á liðið uttan at hava spælt landsdyst seinastu tíðina.

 

Jóhan á Plógv sigur, at tað hevði verið stuttligt at verið á liðið, sum á fyrst sinni í heimssøguni vann trý heimsmeistaraheiti á rað. Tað segði hann við Kringvarpið.

 

HM hópurin hjá Danmark sær soleiðis út:

 

Málmenn: Niklas Landin, Kevin Møller.

 

Vengur: Emil Jakobsen, Magnus Landin, Johan Hansen, Hans Lindberg.

 

Strikuleikarar: Magnus Saugstrup, Simon Hald, Lukas Jørgensen.

 

Bakkar: Mikkel Hansen, Mads Mensah, Rasmus Lauge, Jacob Holm, Mathias Gidsel, Mads Hoxer, Simon Pytlick, Henrik Møllgaard, Lasse Møller.