Samrøða
Fram til á heysti í fjør, var Johan Byrial Hansen eitt lutfalsliga óskrivað blað í føroyskum fótbólti. Upp undir summarið hevði onkur skriving verið um, at ein hálvur føroyingur hevði skrivað sáttmála við danska superligufelagið, OB, eftir at tvey føroysk feløg eisini høvdu sýnt áhuga, men annars var so sum so við áhuganum fyri hesum.
Tað var ikki fyrr enn at landsliðsvenjarin, Allan Simonsen, seinast í august mánaði kunngjørdi hópin til dystin móti Slovenia, at Johan av álvara trein inn á føroyska fótbóltspallin. Ikki minst tí hann við hesum gjørdist fyrsti »útlendski« leikarin, sum gjørdi nýtslu av føroysku ættarbondum sínum, soleiðis at skilja, at hann valdi at umboða føroyska fótbóltslandsliðið. Johan er jú ikki fyrsti leikarin, sum hevur havt møguleika til hetta. Undir HM í Mexico fyri 15 árum síðani varð nógv skrivað um, at abbi hin navnframa Frank Arnesen var føroyingur, eins og vit her í blaðnum ? umframt Johan ? eisini hava skrivað um Marc Nygaard og Claus Bech Jørgensen, sum eru yrksileikarar í ávíkavist Hollandi og Onglandi.
Gekk skjótt við OB
Hóast hann við landsliðsúttøkuni brádliga gjørdist landskendur í Føroyum, so er tað tó rættiliga lítið, sum føroyingar hava fingið at vita um OB-leikaran.
Í farnu viku vóru yvirritaðu so á vitjan í Odense, har eitt av endamálunum var at fáa eitt prát við feska landsliðsleikaran, sum nú hevur fýra landsdystir á baki, umframt at hann eisini hevur sitið á landsliðsbeinkinum í tvær ferðir 90 minuttir.
Um fótbóltsuppaling sína sigur Johan, at hesa hevur hann fingið í Horsens, alla sum hon er. Í alt varð talan um einar 130 dystir í Horsens hesi árini, men tað var ikki fyrr enn venjari felagsins, Troels Bech, skifti til OB, at rættulig ferð kom á fótbóltstilveruna.
- Eg hevði tá rent meg eitt sindur fastan í Horsens. Eg hevði altíð spælt har, og eg var koyrdur eitt sindur troyttur, kann mann siga. Eg hevði eisini gjørt av, at eg ikki ætlaði mær at leingja sáttmálan við teir, og tað var eftir hetta, at tvey føroysk feløg sýndu mær áhuga.
- Troels hevði tó sagt við meg, at eg skuldi ikki fara, uttan at tosa við hann fyrst. Eg greiddi honum so frá mínari støðu, og tað vísti seg, at OB hevði áhuga í mær. Eg fór so á vitjan hjá teimum, og sama dag varð sáttmálin skrivaður undir, so tað gekk skjótt fyri seg.
Lættari við fótbóltsstarvinum
Johan dylir ikki fyri, at hjá honum er tilveran vorðin eitt sindur meira ómaksleys, eftir at hann so brádliga gjørdist fulltíðar yrkisleikari.
- Meðan eg var í Horsens, hevði eg eisiini fulltíðar starv við síðuna av, og tað var rættiliga hart. Í mun til tað, er tað hugaligt at eg nú kann liva av fótbóltinum. Tað er als ikki so hart, sum eg hevði roknað við, sjálvt um eg nú gleði meg til at hava eitt sindur av summarfrí. Eg havi at kalla ongan steðg havt í hálvt annað ár, tí venjingin í OB byrjaði dagin eftir seinasta dystin hjá mær fyri Horsens.
- Hinvegin, so gevur hetta mær so avgjørt nakrar fyrimunir. Eftir at hava búð í einari íbúð á 5. hædd í Horsens, búgvi eg nú í raðhúsi beint uttan fyri Odense, og tað haldi eg bara vera hugnaligt.
- Talan er eisini um nógva frítíð, tá tú ert yrkisleikari. Eg fari vanlig heiman ífrá klokkan knapt níggju, og so eri eg heima aftur um hálvgum eitt, og eftir hetta er hvíld á skránni. Felagið noktar okkum at hava annað arbeiði enn fótbóltin.
Spurdur, um tað so ikki kann vera torført at fáa tíðina at ganga, tá mann soleiðis bara skal hvíla, sigur Johan, at gongur nú kortini.
- Hampuliga nógvir tímar fara framman fyri telduna. Eisini plagi eg at fiska, umframt at eg av og á spæli golf, hóast hetta ikki er tað stóra.
Skaðin hevur darvað
Eftir skiftið til OB var rættiliga skjótt, at Johan soleiðis av og á var at síggja á besta OB-liðnum. Út á hesti gjørdist tilvera hansara her alt meira støðug, og tá farið varð í vetrarfrí tóktist tað, at føroyski landsliðsleikarin at kalla hevði vunni sær fast pláss á liðnum.
Síðani vetrarsteðgin tykist hendan gongd tó at vera vend. Talan hevur at kalla bert verið um dystir á næstbesta liðnum, men sum við flestu av lívsins lutum, so hevur eisini hetta sína frágreiðing.
- Eg varð skaddur í tjúkkanum beint undan landsdystinum hjá Føroyum móti Svøríki. Talan var um ein sera tilvildarligan skaða, sum kom, meðan eg rann mær ein túr. Tað restaðu bert einir 200 metrar at renna, tá eg brádliga kendi ein brest í tjúkkanum, og hetta kostaði mær so átta vikur.
- Tað merkti so aftur, at tá farið varð í holt við várhálvuna í kappingini, vóru liðfelagarnir í nógv betri venjingarstøðu enn eg, og tað er ikki fyrr enn nú, at eg kenni meg vera nóg væl fyri aftur.
Johan leggur tó dent á, at hóast hetta, so hava dystirnir fyri OB verið heilt nógvir í tali.
- Tá tú ikki ert á besta liðnum, so er talan um eina sera strævna skrá. Tú skalt venja sum vant, og harumframt er talan um eina rúgvu av dystum á talentliðnum. Ferðing til ymsar kappingar og so framvegis, so tað er á ongan hátt lættari. Kanska heldur hinvegin, tí undir venjing vilt tú altíð royna at vera á toppinum, men hevur tú júst spælt ein dyst, kann mann gott vera eitt sindur moyrur.
Tær báðar komandi vikurnar hava leikararnir í OB summarfrí, men so verður aftur lagt til brots. Eitt nýtt kappingarár stendur fyri framman, og Johan dylur ikki fyri, at hann vónar at hann tá aftur kann verða við á besta liðnum.
Onkrar smávegis broytingar hava verið í hópinum, sigur hann. Ein hollendingur er møguliga ávegis úr Norwich City, men tað er so ein lønarspurningur. Nicolai Wael kemur aftur úr Silkeborg, meðan Kasper Dalgas er keyptur úr Vejle.
Hinvegin eru nakrir leikarar, sum ikki longur verða í felagnum, so alt í alt roknar Johan við, at tað verður á leið eins lætt ? ella torført ? at sleppa á besta OB liðið komandi kappingarár.
- Vit eru so framvegis einir 24 mans í hópinum, og tað eru 11 pláss at kappast um, so støðan verður á leið hin sama, sum hon var í fjør.
Landsliðið
Sum nevnt í byrjanini, so var tað ikki fyrr enn hann varð úttikin til føroyska landsliðið, at Johan veruliga varð kendur her heima.
Tá vit spyrja, um hetta kanska er ein tanki, sum hevur spøkt í langa tíð, sigur Johan, at tað var tað sum so ikki.
- Tað er ikki nakað, sum eg soleiðis at hava gingið og hugsað um. Sjálvandi visti eg av, at eg hevði møguleika at umboða Føroyar, men tað var líka so tað. Tað var so ikki eg, sum skuldi gera av, hvørjir leikarar vórðu úttiknir.
- So ein dagin ringdi Allan Simonsen, og spurdi um eg hevði hug at vera á liðnum móti Slovenia, so tað gekk eisini rættiliga skjótt fyri seg
Spurdur, hvørt tað ikki var ein stór umskifting, soleiðis brádliga at skula spæla móti alheims stjørnum sum Zahovic, Chaupisat ella Mijatovic, sigur Johan, at tað var tað sjálvandi.
- Tað er jú ikki mótstøðumenn, sum tú vanliga møtir í donskum fótbólti, so tað var avgjørt ein stór avbjóðing og uppliving. Tað er so eisini ein av orsøkunum til, at eg beinan vegin játtaði at spæla fyri føroyska landsliðið.
- Eg vil so ikki sita heima í stovuni, tá eg eri 50 ella 60 ár, og iðra meg um, at eg ikki gav mær sjálvum hendan møguleikan.
Er føroyingur
Sum omanfyri nevnt, so er Johan tann fyrsti »útlendingurin«, sum hevur gjørt nýtslu av føroysku ættarbondum sínum í fótbóltshøpi. Ein kundi kanska hildið, at hetta hevði við sær, at hann onkursvegna kendi seg øðrvísi enn liðfelagarnir, tá hann var á landsliðnum, men sjálvur sigur leikarin, at tað ger hann so als ikki.
- Eg havi jú eina stóra familju í Føroyum. Umframt at mamma mín er føroysk, so er pápi pápa mín eisini føroyingur, so ættarbondini eru meira føroysk enn donsk. Vit hava eisini lært nakað av føroyskum, og eg havi eisini ofta vitjað í Føroyum. Eisini saman við Rikke (unnustan hjá Johan), umframt at vit á hvørjum ári hava vitjan úr Føroyum. Tá saman um kemur, so kenni eg meg sum ein føroying. Tað geri eg.
- Tjóðsangin dugi eg tó enn ikki, men tað verður vónandi skjótt.
Tá hetta verður sagt, brýtur Rikke flennandi inn í samrøðuna, og sigur, at tað kemur fyri, at Johan roynir at murra tjóðsanging, tá hann fær sær eitt brúsubað, so hon heldur, at heilt leingi fer tað neyvan at verða, áðrenn eisini hetta er komið í rættlag.
Profilur:
Johan Byrial Hansen
føddur: 18. september 1975
hædd: 187 cm
vekt: 83 kg
pláss: verjuleikari
Spælt við Horsens fram til summarið 2000. Í alt umleið 130 dystir.
Síðani hetta við OB, har dystartalið higartil er 8.
Úttikin til føroyska landsliðið til dystin móti Slovenia, sum varð leiktur hin 3. september 2000. Sat tá eyka allan dystin, men var við frá byrjan, tá Føroyar hin 11. oktober sama ár leiktu útidyst móti Sveis. Síðani hevur talan verið um tríggjar aðrar landsdystir. Móti Luksemburg, Sveis og Jugoslavia, meðan hann sat á beinkinum allar 90 minuttirnar, tá Føroyar spældu útidyst móti Russlandi.