Johan Dahl bíðar eftir kappingini

FERÐASEÐLAPRÍSIR Í fyrstu atløgu verða ongi politisk stig tikin fyri at fáa prísin á flogferðaseðlum at lækka, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður

- Fyribils verða ongi politiskt tiltøk sett í verk fyri at fáa prísin á flogferðaseðlum ímillum Føroyar og umheimin, at lækka.
Tað staðfestir Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum
Annars hevur tann dýri ferðaseðlakostnaðurin verið eitt afturvendandi kjakevni í føroyskum politikki og í valstríðnum vóru tað meiri enn ein politikari, sum gjørdi sær dælt av at lova, at prísirnir máttu lækkast.
Næstan hvørja ferð, prátið kemur inn á, hvussu dýrt alt er í Føroyum, verða prísirnir hjá Atlantsflogi tiknir fram sum ein ræðumynd og ferðaseðlakostnaðurin verður enntá brúktur sum ein høvuðsgrund fyri, at so fáir útbúnir føroyingar flyta heim aftur.
Eisini løgmaður hevur róð framundir, at ein partur av tí, ríkisveitingin hækkar, kann brúkast til at lækka ferðaseðlaprísin við.

Ongar ætlanir
Men Johan Dahl staðfestir, at ongar ætlanir eru um at taka stig til at lækka prísin.
Hansara vón er, at okkurt flogfelag tekur kappingina upp við Atlantsflog.
- Kemur eitt annað flogfelag á Føroyarutuna, so at kapping verður á økinum, er at vóna, at tað fer at trýsta prísirnar niðureftir, sigur Johan Dahl.
Men hendir tað ikki, er støðan ein onnur, leggur hann afturat.
- Kemur onki annað flogfelag, ella lækka prísirnir ikki, hóast eitt annað felag kemur, kann málið takast upp aftur tá.
- Men nu haldi eg, at fríu marknaðarkreftirnar eiga at sleppa at royna seg í fyrstu syftu, so fáa vit at síggja, hvussu langt tað ber.
Men førir tað onga leið, eiga vit at taka málið upp aftur, leggur hann afturat.

Ikki forðingin
Johan Dahl stendur framvegis fast við tað, hann hevur sagt um, at verður ongin kapping á flogrutuni og lækka prísirnir ikki aftur, eigur landskassin at keypa einskilda partin av Atlantsflogi aftur, so at politiski myndugleikin kann fáa ávirkan á prísstøðið.
Hevði tað ikki borið til at avtikið avgjøldini, sum eru, fyri at fáa prísin at lækka?
- Avgjøldini eru ikki so høg. Avgjaldið er 120 krónur í landskassan av hvørjum ferðaseðili og 185 krónur til Vága Floghavn, ella 305 krónur í alt til føroyska samfelagið.
Avgjaldið til Flogvøllin er prísurin fyri at vit yvirtóku hann og hava bygd hann út.
- Men eg vænti ikki, at tað er hetta, sum forðar fólki fólki at ferðast, sigur Johan Dahl.
Hann sigur, at skulu hesi avgjøldini takast av, skal fíggingin finnast á fíggjarlógini og tað er ikki á dagsskránni í løtuni, sigur landsstýrismaðurin.

463 krónur í avgjaldi
Hvørja ferð, tú keypir ein ferðaseðil frá Atlantsflogi, rindar tú 463 krónur í avgjaldi til landskassan og til flogvøllin í Vágum.
Fyri at vísa, hvat tú rindar fyri, hvørja ferð, tú keypir ein ferðaseðil, hava vit sundurgreina prísin fyri ein ferðaseðil úr Føroyum til Keypmannahavnar og aftur.

Avgjøld:
Landskassin: 120 kr.
Vága Floghavn: 185 kr.
Kastrup Floghavn: 158 kr.
Avgjøld tilsamans: 463 kr.

Lægsti ferðaseðlaprísur er sostatt: 1.770 krónur, sum Atlantsflog fær fyri ferðaseðilin, umframt ymisk avgjøld upp á 463 krónur, ella tilsamans 2.233 krónur.
Dýrasti ferðaseðilin kostar sostatt 5.150 krónur, sum Atlantsflog fær í sín kassa, umframt ymisk avgjøld upp á 463 krónur, ella tilsamans 5.613 krónur.
Afturat hesum koma avgreiðslugjøld til bíleggjaran. Atlantsflog sigur, at verður ferðaseðilin bílagdur umvegis heimasíðuna hjá Atlantsflogi, er avgreiðslugjaldið 75 krónur, men tað kemur heilt upp í 250 krónur, alt eftir hvaðani bílagt verður.
Sostatt kostar tann bíligasti ferðaseðilin ímillum Føroyar og Keypmannahavn, íroknað avgjøld og bíleggingargjald, 2.308 krónur og tann dýrasti ferðaseðilin kosta 5.688 krónur.
Her skal eisini leggjast afturat, at Atlantsflog roknar avgjøldini eitt sindur øðrvísi út. Atlantsflog sigur, at ein partur av prísinum fyri ein ferðaseðil, er eitt oljuavgjald, sum verður hækkað og lækkað, alt eftir, hvussu oljurprísurin er. Beint nú er oljuavgjaldið 560 krónur, men av tí, at hetta eisini fer í kassan hjá Atlantsflogi, hava vit lagt tað afturat vanliga ferðaseðlakostnaðinum.