Johan Dahl: Jørgen ella samgongan

– Hetta er ikki ein haldbar støða fyri Sambandsflokkin, og tí má Fólkaflokkurin taka í egnan barm ella eigur Sambandsflokkurin at takka fyri seg í samgonguni, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í Vinnumálum

– Hetta er ikki ein haldbar støða fyri Sambandsflokkin, sigur Johan Dahl, sum vil hava eina loysn á hesari støðu komandi dagarnar. 

 

Spurdur um hvørjir møguleikar eru, játtar Johan Dahl, at sum støðan er nú, eru bert tveir møguleikar - nevniliga at Jørgen Niclasen leggur frá sær í Fíggjarmálaráðnum, ella at Sambandsflokkurin takkar fyri seg í samgongusamstarvinum. 

 

- Hóast hetta málið einki sum helst hevur við Sambandsflokkin at gera, so er tað í dag blivin okkara trupulleiki, og tað gongur snøgt sagt ikki, sigur Johan Dahl í kvøld.

 

Í dag var uppskot um misálit á Jørgen Niclasen lagt fyri tingið, og Helgi Abrahamsen og Reimund Langgard úr Sambandsflokkinum atkvøddu fyri uppskotinum, og heittu samstundis á løgmann, um at loysa Jørgen Niclasen úr starvi.

 

Hetta hóast at løgmaður í dag alment bað sambandstingfólkini um at atkvøða ímóti uppskotinum um misálit.

 

– Vit heittu í morgun á løgmann um at fáa stýr upp á hesa støðuna, men tað er so einki hent frá hansara síðu, sigur Johan Dahl.

 

Johan Dahl vísir á, at trupulleikin hjá Fólkaflokkinum í samband við tollmálið nú er blivin ein trupulleiki hjá samgonguni, sum annars einki hevur við málið at gera.

 

- Um allur Sambandsflokkurin í dag atkvøddi fyri misálitinum, so er eingin ivi um, at vit samstundis høvdu fingið eitt misálit ímóti løgmanni, og tí var tann støðan eisini ógvuliga trupul hjá okkum, sigur Johan Dahl.

 

Hann setur spurnartekin við, um samgongan hevur lív lagað eftir viðgerðina í dag.

 

- Vit standa á eggini nú, sigur Johan Dahl, sum í næstum ætlar at viðgera hetta málið innanhýsis í Sambandsflokkinum.