Johan Dahl kundi leitað á kveik.fo

Á kveik.fo eru 56 kvinnur, sum hava áhuga fyri ferðavinnu. Har eru eisini fleiri kvinnur við altjóða royndum. Bergtóra Høgnadóttir Joensen, tingkvinna fyri Tjóðveldi, heldur, at Johan Dahl kundi havt leitað har, áðrenn hann mannaði nevndirnar í Atlantsflog og Fiskaaling við monnum

Á tingfundinum í morgin fara okkara kosnu menn og kvinnur uttan iva at brúka nógva tíð upp á at kjakast um nevndarvalið í Atlantsflogi. Umframt Jenis av Rana, so fer Bergtóra Høgnadóttir Joensen, tingkvinna fyri Tjóðveldi, eisini at reisa málið.

Hon fer at seta Johan Dahl, landsstýrismanni hesar spurningar:

? Hvussu fer leitingin eftir skikkaðum nevndarlimum fram?

? Hvørjar eru mannagongdirnar?

? Hvussu ómakaði landsstýrismaðurin sær at finna nevndarlimirnar?

? Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at fyribyrgja, at slíkt hendir aftur?

? Hvørjar tankar hevur landsstýrismaðurin gjørt sær um signalvirðið í hesi avgerð?

? Kunnu vit vænta, at landsstýrismaðurin ger sær størri ómak frameftir?

Bergtóra Høgnadóttir Joensen sigur í viðmerkingum til spurningin, at vit herfyri fingu vit at vita, at tað ikki var eydnast Johan Dahl at finna skikkaða kvinnu til nevndina í Atlantsflog. Sostatt eru allir limirnir menn. - Av fýra nýggjum nevndarlimum var landsstýrismaðurin ikki førur fyri at finna eina einastu kvinnu!

Hon sigur víðari, at um vikuskiftið hevði P/F Fiskaaling nevndarfund, har tveir nýggir limir vórðu settir ? tveir menn!

- Landsstýrismaðurin, sum varðar av báðum nevndunum, varðar eisini av javnstøðumálum. Tykist sera margháttligt. Hugsi um landsstýrismaðurin tekur javnstøðuuppgávuna í álvara. Fyri stuttum var landsstýrismaðurin rundferð í Føroyum við Javnstøðunevndini. Vónaði tá, at landsstýrismaðurin fór at fáa íblástur til at fremja javnstøðu bæði í orði og verki. Men so bleiv eftir øllum at døma ikki, sigur Bergtóra Høgnadóttir Joensen.

Tingkvinnan sigur at enda, at um tú ómakar tær at fara inn á www.kveik.fo, so eru tildømis heili 56 kvinnur sum eru áhugaðar í økinum ferðavinna. Men har er eisini hópurin av kvinnum við altjóða royndum og øðrum sera viðkomandi royndum.