Kemur samgongan ikki við einum sama uppskotið nú, fari eg at atkvøða fyri hesum uppskotinum hjá andstøðuni.
Johan Dahl, tingmaður fyri Sambandsflokkin, setir knívin á barkan á samgonguni, nú Løgtingið viðger eitt uppskot um at geva samkyndum foreldrum sama rætt til barsilsfarloyvi og barsilspening, sum onnur foreldur hava.
Tað eru tinglimir úr teimum trimum flokkunum í andstøðuni, Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn, sum hava lagt uppskotið fram.
Tey tingfólkini, sum leggja navn til uppskotið, eru Bjørt Samuelsen, Ingilín Didriksen Strøm, Bjarni Kárason Petersen, Hervør Pálsdóttir, Djóni Nolsøe Joensen, Beinta Løwe Jacobsen, Ruth Vang og Jóhannis Joensen.
Johan Dahl sigur, at Løgtingið hevur skyldu til at viðgera øll líka, men her er ein heilur bólkur í samfelagnum, sum ikki hevur sama rætt, sum onnur hava.
Hann hevur fingið at vita frá landsstýrinum, at arbeitt verður við einum uppskoti í landsstýrinum, sum hevur sama endamál, sum hetta uppskotið, sum nú er til viðgerar.
Men hann gjørdi samgonguni greitt, at leggur landsstýrið ikki eitt uppskot fyri Løgtingið nú, ímeðan hetta uppskotið frá andstøðuni er til viðgerar, fer hann at atkvøða fyri hesum uppskotinum frá andstøðuni.
Bill Justinussen í Miðflokkinum minti Johan Dahl á, at hann er við í eini samgongu, og har er avtalan, at er samgongan ikki samd um eitt mál, skulu tey atkvøða ímóti tí.
Tí undrar tað hann, at Johan Dahl setir seg sjálvan upp um samgonguna í hesum máli og tiltuskar sær ein rætt, sum eingin annar í samgonguni tekur sær.
Men Johan Dahl sigur, at hann tola tola sýnið av sær sjálvum tá ið hann hyggur í eitt spegl og er tað ikki pláss fyri honum í samgonguni við hesum sjónarmiðjunum, so gerst ikki við, gjørdi hann samgonguni greitt.
Við hjálp frá Miðflokkinum eru vit við til at gera mismun á einum heilum samfelagsbólki, sum ikki hevur annað ynski enn at hava sama rætt, sum øll onnur, og tað kunnu vit ikki loyva okkum, tí tað er sjálvsagt, at vit tryggja samkyndum sama rætt, sum onnur hava, legði hann afturat.