Johan Dahl vil einki siga um Rúsuna

Seinastu nógvu vikurnar hevur landsstýrismaðurin í Vinnumálum ikki vilja greitt fjølmiðlunum frá, hví hann hevur givið Rúsuni loyvi til at lata upp í SMS og Sundalagnum. Tað stendur helst teimum flestu greitt, at fleiri handlar hjá Rúsuni merkir ósemjur í samgonguni.

Stjórin í Rúsuni, Elsa Maria Olsen, segði í gjár við Rás2, at arbeiði við at lata upp í SMS og í Sundalagnum er farið í gongd. Men kortini vil landsstýrismaðurin í Vinnumálum, Johan Dahl, ikki greiða føroyingum frá, hví hann hevur givið loyvi til at lata fleiri handlar hjá Rúsuni upp.

Samgongan er als ikki á einum máli um at lata tveir nýggjar handlar hjá Rúsuni upp, og tí kundi tað helst verið áhugavert at frætt frá landsstýrismanninum, um hann hevur fingið undirtøku frá sínum baklandi, um hann veit hvørjar avleiðingar tað kann fáa fyri samgonguna, og um hann heldur, at tað at lata fleiri handlar upp hjá Rúsuni er í samsvar við endamálsorðingina hjá Rúsuni.

Men Johan Dahl hevur onga viðmerking. Hann sigur tó í smsboðum til Rás2, at Elsa Maria Olsen er leiðari, og hevur innan lógarinnar karmar fingið álagt at gera sítt sum stjóri til at tryggja avlopskravið, sum løgtingið hevur álagt verður hildið.

Altso mugu vit út frá hesum staðfesta, at landsstýrismaðurin hevur góðtikið hesa ætlan.